Trý fólk skotin í Sveis

Ein maður skeyt í gjárkvøldið eftir fólki í sveisisku bygdini Daillon. Sambært fjølmiðlunum vórðu trý so meint rakt, at tey doyðu. Tvey onnur vórðu særd.

Daillon er har suðuri í landinum.

Sveisiska kringvarpið RTS sigur, at løgreglan hevur tikið ein mann. Sagt verður, at løgreglan skeyt eftir honum og særdi hann, tí hann hótti løgreglumenninar. Einki verður sagt um, hvør maðurin er, ella hví hann skeyt.

Skottilburðir sum tann í gjárkvøldið eru sjáldsamir í Sveis, hóast rættiliga nógvir sveisarar eiga skotvápn.