Tveir føroyingar eru valdir inn í býráð í Danmark í gjár.
Annika Smith, sum eitt stutt skifti var varafólk fyri Villy Søvndal á Fólkatingi, varð vald í býráðið í Keypmannahavn. Hon stóð nummar fimm á listanum hjá SF, sum eisini fekk fimm umboð. Hon fekk tó somikið nógvar persónligar atkvøður, at hon bleiv lyft upp á fjórða pláss á listanum, tá avtornaði, við 1138 atkvøðum.
Kringvarp Føroya visti fyrr í dag at siga frá um Anju Helen Holtze, sum var vald inn í býráðið í Ballerup. Eisini hon bleiv lyft upp eftir á listanum. Hon stóð sum nummar 17 á listanum hjá danska Javnaðarflokkinum, men bleiv lyft upp á eitt 12. pláss, sum var gott, tí flokkurin fekk 16 umboð í býráðið. Hon fekk 217 atkvøður.
Triði føroyingurin, sum er valdur inn í býráðið er Mortan Martinsson. Hann sat væntandi spentur og bíðaði eftir fínteljingini, tí hann var síðst valdur á listanum hjá danska Fólkaflokkinum í Greve, einans eina atkvøðu framman fyri næsta valevni. Fínteljingin er nú liðug og umsitingin hevur váttað, at hann er valdur í býráðið í Greve.