Tríggir nýggir Daewoo á marknaðin í ár

Eftir at lítið hevur verið at hoyrt um Daewoo bilarnar í eina tíð, sær tað út til, at nú er nakað við at henda. Tríggir nýggir bilar koma á marknaðin í ár, teir eru Kalos, Evanda og ein nýggur Nubira. Tann minsti Daewoo, Matiz, fæst nú eisini við 1.0 litur motor við 64 hk

Magnus Gunnarsson

Eftir nøkur ár við óvissu um framtíðina hjá Daewoo, verður koreanska verksmiðjan nú stýrd av General Motors. Við hesum samstarvi byrjar ein nýggj tíðarrokning hjá Daewoo. Nýggja felagið eitur GM Daewoo Auto & Technology Company.
Samstarvið við GM sæst longu í ár. Ikki minni enn trý nýggj bilmodell koma á marknaðin í hesum árinum.
Fyrsti bilurin í nýggja samstarvinum er Daewoo Kalos, ið er teknaður av italska bildesignaranum Giugiaro. Talan er um ein bil í umleið somu stødd sum t.d. Citroën C3 og Skoda Fabia við smartum og nútímans linjum.
Motorurin er ein 1,4 litur 4 syl. bensin við 83 hk. Bilurin kemur í fyrstu atløgu sum hatchback við 5 hurðum, seinni kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein sedan.
Umframt Kalos kemur ein heilt nýggjur Daewoo Evanda, ið avloysir tann størra Daewoo Leganza. Tað er ein bilur í stødd við Ford Mondeo og VW Passat. Evanda er størri enn Leganza og er ein luksusbilur við hópin av útgerð sum standard. Motorurin er ein 2.0 litur við 131 hk. Kalos og Evanda eru á veg til Føroyar og verða her í komandi viku. Teir verða eisini at síggja á bilasølustevnuni í Klaksvík frá 10.- 11. mai . Kalos kemur at kosta umleið 120.000 krónur og prísirnir á Evanda byrja við uml. 230.000 krónum. Triði nýggi Daewoo er ein nýggjur Nubira sum kemur seinni í ár.
Talan er um ein heilt nýggjan sedan við 4 hurðum, sum fæst við tveimum motorstøddum: 1,6 litur við 109 hk og 1,8 litur við 122 hk. Tann minsti Daewoo, Matiz, fær nú størri motor. 0,8 motorurin við 3 syl. og 51 hk, verður nú skiftur út við ein 1,0 litur 4 syl. motor við 64 hk. Bilurin vigar uml. 800 kg. Bíligast Matiz kostar í dag einans 106.500 krónur. Jens Petur Jensen, sølumaður hjá P/F Esmar Simonsen, væntar sær nógv av nýggju Daewoo bilunum, sum verða kappingarførir í prísi, útgerð og dygd.