Tríggir úr B36 hava givið avboð

Símun Rógvi Hansen, Andrias Eriksen og Alex Mellemgaard hava givið avboð til venjingarleguna hjá A-landsliðnum. Fýra nýggir innkallaðir

Símun Rógvi Hansen, Andrias Eriksen og Alex Mellemgaard hava givið avboð til venjingarleguna hjá A-landsliðnum. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Klæminti Andrasson Olsen, Jóhan Troest Davidsen, Bárði á Reynatrøð og Lukas Giessing, skrivar Fótbóltssambandið í dag.

Fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingardystir hjá monnum eru av álvara farnar í gongd, og næstu dagarnar hevur venjarin, Håkan Ericson sent boð eftir 24 spælarum á venjingarlegu, sum verður í Havn frá hósdegnum 11. til sunnudagin 14. februar.

Talan er um heimligar spælarar, og umframt venjingar og fundir, verður ein venjingardystur ímóti Víking eisini á skránni, sum verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 15.

Upprunaliga vórðu 23 spælarar boðsendir, men tríggir av teimum hava givið avboð. Talan er um Símun Rógva Hansen, Andrias Eriksen og Alex Mellemgaard. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Klæminti Andrasson Olsen og Jóhan Troest Davidsen úr NSÍ, Bárði á Reynatrøð úr Víkingi, og Lukas Giessing, sum í hesum døgum royndarvenur við HB, men sum seinasta árið hevur spælt fyri AB í Danmark.

Hópurin til venjingarleguna:

Tórður Thomsen, NSÍ

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Daniel Johansen, HB

Jóhan Troest Davidsen, NSÍ

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Lukas Giessing

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Heðin Hansen, HB

Hørður H. Askham, HB

Bartal Wardum, HB

Heri Hjalt Mohr, HB

Rene Shaki Joensen, HB

Adrian R. Justinussen, HB

Dan í Soylu, HB

Tróndur Jensen, NSÍ

Magnus Holm Jacobsen, B36

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Stefan Radosavljevic, B36

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Hilmar Leon Jakobsen, HB

Jákup Ludvig Thomsen, HB

Petur Knudsen, NSÍ

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ 

Skráin:

Hósdagin 11. februar

Kl. 17:00 Venjing á Tórsvølli

Fríggjadagin 12. februar

Kl. 11:45 Venjing á Tórsvølli

Kl. 17:00 Venjing á Tórsvølli

Leygardagin 13. februar

Kl. 11:45 Venjing á Tórsvølli

Sunnundagin 14. februar

Kl. 15:00 Venjingardystur á Tórsvølli móti Víkingi

Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður um smáar tveir mánaðar, hósdagin 25. mars, á útivølli ímóti Moldova. Tann 28. mars spæla Eysturríki og Føroyar, og tann 31. mars er útidysturin móti Skottlandi á skránni. Hini bæði londini í bólkinum eru Ísrael og Danmark.