Í gjár varð seinasta umfar í Premier League, har Manchester City vann meistaraheitið við einum 4-1 sigri á Brighton. Hóast Sergio Aguero skoraði sítt 21. mál í hesum kappingarárinum, so fær hann ongan gullskógv.
##med2##
Hetta tí tríggir mans skoraðu 22 mál í hesum kappingarárinum. Teir eru Mohamed Salah og Sadio Mané úr Liverpool, og Pierre-Emerick Aubameyang úr Arsenal. Teir fáa nú hvør sín gullskógv.
Undan hesum umfarinum hevði Mohamed Salah skorað 22 mál, meðan bæði Sadio Mané og Pierre-Emerick Aubameyang skoraðu tvær ferðir í gjár. Sadio Mané skoraði bæði málini, tá Liverpool vann 2-0 á Wolverhampton, meðan Pierre-Emerick Aubameyang skoraði tvey tey fyrstu í 3-1 sigrinum á Burnley.
##med3##
Hetta er annað árið á rað, at Mohamed Salah verður toppskjútti. Í farna kappingarári skoraði hann ikki færri enn 32 mál.