Talv
Teir kunnu nú sjálvir avgera FM-heitið í seinasta umfarinum, klaksvíkingar, sum verður eitt serligt felagsumfar har allar deildirnar telva undir sama taki. Staðið er Eysturskúlaaulan, kl 13.00 leygardagin 2. mars. Sunnudagin 3. mars verður stór barna ? og ungdómskapping - tann næsta í røðini - leikt á sama staðið. Tekning er við at venda sær til Havnar Telvingarfelag.
Vestmenningar iðra seg
Enn hava klaksvíkingar ikki roynt at tapt ein dyst, og leygardagin í Klaksvík varð talvgudindan Caissa helst við teimum í toppdystinum móti vestmenningum. Ólavur Simonsen og IM John Rødgaard deildust um stigini í einum rímiliga jøvnum talvi, meðan Torbjørn Thomsen hevði allar møguleikar at basa Rana Nolsøe. Hesin seinni bjargaði sær tó í taptari støðu javnleikin heim.
Stigslúkarin hjá klaksvíkingum, Tummas Martin Anthoniussen (hevur nú heili 8,5 stig av 9!), bjargaði klaksvíkingum frá tapi, tá hann vann á John Jacobsen. Tummas Martin hevur vunnið sær útvið 100 ratingstig ella fleiri, og nærkast nú teimum 2100. Steintór Rasmussen væntaði á klaksvíksliðnum, og tí bleiv pláss fyri Finnbjørn Vang. Mótstøðumaður hansara Kári Durhuus, leikti væl og vann uppiborið.
Enn eiga vestmenningar FM-møguleikan, men í seinasta umfari hitta teir havnarmenn, meðan oddaliðið hittur kollfirðingar. Tískil verður ringt hjá vestmenningum at endurvinna FM-heitið frá 1992.
Javnt í Havn
Tveir dystir blivu leiktir í Havn, har tann mest áhugaverdi var millum besta havnarliðið og hvalvíkingar. Martin Poulsen, sum í seinastu viku vann sær NM bronsumerki, tapti heldur óvæntað móti Martini Brekká, sum hevur roynst drúgvur í ár. Olaf Berg, sum hinvegin ikki hevði eitt gott NM, vann sær stórt petti av sjálvsálitinum aftur við at vinna á Finnbjørn Zachariassen.
Álitið hjá havnarmonnum í ár, Herluf Hansen, tapti óvæntað móti Sámal Christiansen á triða borði, meðan Andrias Ziska vísti góðar taktir og vann á Bergi Magnussen. 2-2 er undir vanligum umstøðum eitt hampiligt úrslit hjá havnarmonnum móti teimum royndu hvalvíkingunum, men tá talan er um at vinna inn á klaksvíkingar, eru havnarmenn ivaleyst skuffaðir. Havnarmenn hava tó verið sera støðugir í ár, t.d hava teir eins og klaksvíkingar ongan dyst tapt, men kanska leikt ov nógvir javnir dystir.
Triði dysturin í 1. deild varð millum HT 2 og kollfirðingar, sum somuleiðis endaði 2-2. Úrslitið staðfesti at teir á HT2-liðnum nú við vissu flyta niður í 2. deild. Teir hava stríðst væl, og serliga kann liðskiparin á liðnum Jógvan Næs, vera nøgdir við sínum mongu stigum.
Støðan undan seinasta umfari
1KTF, Klaksvík(5-4-0)24,5
2VT, Vestmanna(5-2-2)23,0
3HT, Tórshavn(4-5-0)21,5
4KT, Kollafjørður(2-3-4)15,0
5TFS, Hvalvík(2-2-5)14,5
6HT2,Tórshavn(0-2-7)9,5
Seinasta umfar verður sum sagt komandi leygardag 2. mars í Eysturskúlanum, og tá verða hesir dystir: KT - KTF, VT ? HT og TFS - HT 2.
Toftamenn á veg uppaftur
Jens Kristian Hansen og teir av Toftum leika við nærum vissu í 1. deild komandi kappingarár. Teir vunnu 3,5-0,5 (Jákup á R. Andreasen helt javnt móti Jens Kristian) á vestmenningum, sum viðførir eina trý-stigar leiðslu niður til sandavágsmenn, eftir at hesir vunnu tepran sigur á runavíkingum. Vestmenningar muga helst tungu leiðina niður aftur í 3. deild. Toftamenn hitta runavíkingar, meðan sandavágsmenn bjóða klaksvíkingum av í seinasta umfarinum.
Í 3. deild bleiv avgjørt at HT3 vinnur deildina eftir ein 3,5 ? 0,5 sigur móti Róki. Fimm stig eru teir nevniliga fremstir undan seinasta umfari.
Megnarhál í 2. deild
Føroyska liðið í Keypmannahavn varð nakað skert undan dystinum móti AS1904 í vikuskiftinum. Bæði Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen væntaðu á liðnum, og tískil varð vónin um at vinna stórt ikki so nógv frammi í tonkunum. Tá rating viðvíkur vóru føroyingar tó petti sterkari.
Men skjótt sást at talan fór at verða um stórsigur, tí eftir umleið fýra tímum var støðan 4,5 ? 1,5 til okkara menn, og John Arni Nilssen og Terji Petersen sótu eftir við góðum støðum. Tað eydnaðist eisini hesum báðum at vinna talv teirra, og úrslitið bleiv tí heili 6,5 ? 1,5 til útisetar okkara. John Arni, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Rógvi W. Rasmussen vunnu, meðan Hliðar Hreinsson, Carl Eli N. Samuelsen og Arild Rimestad leiktu javnt. Av sonnum má hetta úrslit metast sum óvanliga gott, men valla nokk til eina óvæntaða uppflyting til fremstu deildina í Danmark. Serliga leiktu John Arni, Heini og Eyðun væl. Rógvi vísti somuleiðis góðan stríðsvilja, meðan Terji vann eitt sera svingandi talv. Teir tríggir javnleikirnir vóru á góðari leið, har eingin var í vanda fyri at tapa.
Støðan undan seinasta umfar:
K4131,0
Helsingør27,5
Føroyar27,0
Skakspilleren25,0
Hillerød22,0
AS190420,0
Fredriksberg20,0
Lyngby-Virum19,5
Liðið liggur enn á triða plássinum, men munurin er styttur upp til Helsingør og K41 sum er klárt á odda. 17. mars verður seinasta umfar leikt, og tá verður mótstøðulið føroyinga nettupp K41. Er eitt undur gjørligt?