Freistin at søkja prestastarvið í Hvalba, sum hevur verið leyst síðani Andreas Andreasen í summar segði seg úr starvinum, var úti 11. oktober. Inn eru komnar tríggjar umsóknir, og verður nýggi presturin settur einaferð tíðliga komandi ár.
Hans Jacob Joensen, bispur, vil ikki siga, hvørjir umsøkjararnir eru. Hetta stríðir ímóti hansara tagnarskyldu. Men, sum Sosialurin skilir, eru umsøkjararnir tveir danir og ein føroyingur.
Bispur vónar, at nýggi presturin í Hvalba kann verða settur í starv fyrst í februar mánaði. Hann sigur, at tað í løtuni verður arbeitt við at umvæla prestagarðin í Hvalba, og er hetta orsøkin til, at nýggjur prestur ikki kann flyta inn fyrr enn einaferð í februar.