Kjartan Hoydal og eg hava báðir verið í teirri støðu at verið partar av 80’unum í Føroyum. Hann var embætismaður og ráðgevi hjá landsstýrinum, og eg var skipasmiðjustjóri.
Báðir hava givið sínar frágreiðingar. Kjartan til § 19-nevndina – nakað, sum eg ikki fekk møguleika til tíverri. Hinvegin fekk eg møguleika at geva frágreiðing í nógv umrøddu skipamálunum, og har greiddi eg frá míni fatan av gongdini í Føroyum í 80’unum og skipanini arbeitt bleiv undir og eftir.
Eg veit, at Kjartan eisini var avhoyrdur í hesum samanheingi.
Vit kunnu uttan iva báðir skriva undir uppá, at fyrst og fremst politiska skipanin sveik hesi árini, og úrslitini kenna vit øll.
Ongin av okkum ynskti at koma í ta støðu, sum alt Føroya land tíverri endaði í. Hetta var ein sera kostnaðarmikil lærupeningur fyri allar Føroyar og nógv menniskju, ein lærupeningur vit kundu verið fyriuttan..
Tað kundi tó aldrin fallið mær inn at givið dønum og Fíggjareftirlitinum skyldina fyri hesa støðu, sum vit sjálvir og okkara land kom út í.
Vit í Føroyum høvdu aleina ábyrgdina, og hana eiga vit at takað á okkum.
Lender of last resort
Danska Fíggjarftirlitið er ein stovnur, sum hevur altjóða virðing og trúvirði.
Somuleiðis er trúvirðiði og virðingin fyri danska ríkið altjóða høgt mett í fíggjarligum samanheingi eins val og ørðum høpi, og tað gagnar okkum, sum eru partur av ríkinum.
Tá Kjartan Hoydal í sínum seinasta lesarabrævi heldur áfram ,at takað fram støðuna í ´92 , skrivar hann m.a.:
“Har er tó ein grundleggjandi trupulleiki við at leggja seg beinleiðis undir danska Fíggjareftirlitið”.
Kjartani Hoydal vísir m.a. á, at “bankar eru komnir í neyð, seinast í Bretlandi og USA. Politiskir myndugleikar vilja altíð verja fíggjar- og peningakervið, hvussu so ábyrgdarleyst er farið fram. Hetta merkir, at stóru bankarnir altíð kunnu líta á myndugleikarnar, sum “lender of last resort”, sum tekur um endan, um alt gongur galið. Eisini verður sagt at smærri bankar fáa ikki somu sømdir og vísir m.a. á Fossbankan
Nógv av tí sum er ført fram í hesum máli annars kann loysast við skilagóðum avtalum og tryggingarskipanum”.
Hetta bjargaði okkara peningakervi
Tað var just hetta sum hendi í ´92 - nevniliga at danska stjórnin loftaði føroyska samfelagnum, sum var í fríum fallið. Eitt gott dømi um “lender of last resort”.
Um stjórnin hevði latið teir báðar stóru bankarnar fara av knóranum, hevði verið enn truplari at reist seg aftur úr øskuni eftir politisku og embætisligu kamikazestýringina árini framman undan.
Hugtakið “ lender of last resort “ sum Kjartan vísir á, varð praktiserað í ´92/’93, og tað verður helst eisini gjørt aftur, um vit skuldu komið í slíka støðu aftur, hvat ikki er at vóna.
Fyri okkum – í føroyskum høpi – eru bankar okkara stórbankar hóast smáir í donskum samanheingi, og tað var væl eisini tað, sum danir vóru klárir yvir, og tí ikki lótu báðar fara á heysin men gjørdust hinvegin “lender of last resort”.
Viðv. Fossbankanum, so kennað vit alment givnu orsøkirnar til afturlatingina og hava ikki fyri neyðini at gita um arðar orsøkir,- men orsøkin var neyvan so “politisk” sum greinskrivarin hevur tendens at gera hana til.
Trínnir spurningar til Hoydal
Kundi hugsað mær at fingið at vita frá Kjartan Hoydal, hvussu hann metir, at Føroyar hava møguleika sum fullveldisland við egnum fíggjareftirliti at tryggja just eina slíka støðu, sum hann lýsir í omanfyri endurgivna broti um mynduleikarnar, sum verja sítt fíggjar- og peningakervið og lofta um tað gerst neyðugt:
Hava vit sum land fíggjarliga orku at lofta, um báðir bankarnir skuldu kollsiglt?
Hava vit møguleika at tryggja innskjótararnar og pensjónirnar, sum standa í bankunum?
Um tú í vinnuligum høpi hevði møguleika at lánt til útbyggingar t.d Kr 200 mill og rentan var 1-1,5% lægri í dótturfelagsbankanum í Danmark í mun til føroyska móðurfelagnum, - hevði tú so ikki lænt har rentan og treytirnar annars vóru best fyri virkið?
Til spurning 3 gangi eg út frá at svarið gevur seg sjálvt, - men spurningurin er relevantur tí vandin er just hesin viðv. stórum lántakarum sum framyvir skulu læna, undir føroyskum fíggjareftirlitið.
Kann Landsstýrið veita trygd fyri somu rentu og treytum?
Tað má verða eitt krav um yvirtøka av fíggjareftirlitinum skal fremjast:
At landsstýri veitir trygd fyri, at fíggjarkervið hevur somu fyrimunir og ikki fær verri treytir fyri lántøku frá útlendskum bankum enn undir verandi skipan
At innskjótarar og pensjónir etc. framhaldandi hava somu trygd, sum teir í dag hava umvegis Indskydergarantifonden
Tað er ongin sjálvfylgja, at føroyskir bankar og teirra viðskiftafólk framhaldandi kunnu verða tryggjaðir í Indskydergarantifonden um Landsstýrið yvirtekur fíggjarøkið, tí talan er um eina solidariska skipan fyri bankarnar í danska bankakervinum, sum virka undir sama eftirlitið og treytum annars.
Ikki ráð at gambla við fíggjarkervinum
Sum eg áður havi nevnt, er tað líka mikið, hvat vit politikarar, embætisfólk og vanligi føringurin hugsa um, hvørt Fíggjareftirlitið skal verða føroyskt sermál ella framhaldandi danskt umsitið økið.
Hesin spurningurin er fullkomiliga irrelevantur á altjóða fíggjarmarknaðinum, sum framyvir evt. skal læna fíggjarstovnunum og landinum pening.
Tað er og verða hesir útlendsku lánveitarir til okkara heimliga fíggjarkervi, sum eina og aleina meta um okkara trúvirði og hareftir áseta sínar lánstreytir.
Tí er umráðandi, at vit ikki fyrigykla okkum loysnir og møguleikar eftir yvirtøku av hesum týdningarmikla økið, men neyvt lýsa og ásannað konsekvensin av ætlaðu yvirtøkuni, ið má metast at vera vandamikil fyri bankarnar og tey, sum hava innistandandi í ella lán frá bankunum..
Her hjálpir neyvan at trúgva uppá skilagóðar loysnir og avtalur, sum Kjartan peikar á í grein síni, - men tað sum er avgerandi áðrenn lopið verður á bláman er einans fakta, - alt annað er tos er uttanumtos og gitingar sum ikki kunnu nýtast til nakað.