Ótrúliga skuffaður Símun Samuelsen

Sær 3-1 penari út, enn tað var?

– Hetta var øgiliga keðiligt fyri okkum, tí vit vildu gera ein góðan innsats. Eg vil siga, at bæði eg og alt liðið vóru øgiliga vánaligir í fyrra hálvleiki, segði Símun Samuelsen eftir dystin.

– Vit tóku luftina úr okkum sjálvum, tí vit lótu teir fáa kjansin at skora beinanvegin. Tað er líkamikið, hvat tosað verður um áðrenn, um tað ikki eisini verður gjørt inni á vøllinum.

Vágbingurin, sum dagliga spælir í íslendska felagnum Keflavík, helt ikki nakra umbering vera fyri, at so illa gekk í hond fyri steðgin.

– Vit vita, at tað hendir, at vit kunnu hava ein ringan dag. Men serliga eftir fyrra hálvleik var eg ótrúliga skuffaður av mær sjálvum. Vit kundu skift allar 11 út, um tað var loyvt, segði hann.

– Í seinna hálvleiki spældu vit betri, tá teir kanska tóku tað meira róligt, men 1-1 var í ordan eftir steðgin. Nú skulu vit í øllum førum inn at gera tað dupult so gott ímóti Litava mikudagin.