Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna og bookingfelagið Tónleikur.fo hava gjørt slóðbrótandi samstarv um størsta tónleikatiltak nakrantíð á ólavsøku Ó-festivalin.
Allur miðbýurin verður karmur um Ó-festivalin. Byrjað verður við stóru Ó-konsertini 27. juli, og hildið verður fram ólavsøkuaftan og ólavsøkudag á ymsum pallum í miðbýnum. Í alt verða einar 30-35 tónleikaframførslur. Framførslurnar ólavsøkuaftan og ólavsøkudag eru ókeypis.
Ó-festivalurin er ætlaður sum sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik á veg fram bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini kemur Ó-festivalurin sjálvandi at seta sín serstaka og hugnaliga dám á ólavsøkuhaldið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, gleðir seg til Ó-festivalin:
- Vit skapa við hesum nýggjar karmar fyri føroyskan tónleik, samstundis sum tjóðin er savnað og nógvir útlendingar vitja. Skráin fevnir breitt innan ymsar tónleikagreinar, so her verður tónleikur til øll, sigur borgarstjórin Heðin Mortensen.
Elin Hentze frá Tónleikur.fo sigur, at talan er um nýtt konsept fyri tónleikin á ólavsøku. Vit síggja ólavsøkuhaldið sum framúr góðan pall at menna føroyskan tónleik. Hetta er eitt slag av spot-festivali, har vit vísa tað besta fram, og hetta verður harumframt eitt sera gott mentanarligt íkast til ólavsøkuna annars sigur Elin Hentze.