Ótrúligur føroyskur mentanararvur undir hamaran

Túsundvís av brøvum og skjølum av ómetandi virði fyri føroyska gransking og føroysk-danska mentanararvin eru funnin. Øll henda forkunnuga skjalagoymslan fer undir hamarin í november mánaði, skrivaði danska blaðið BT sunnudagin

Ein av teimum týdningarmestu og verandi skjalagoymslan til at lýsa føroysku mál- og mentunarsøguna er nú komin undan kavi, eftir at hava verið løgd til viks í Føroyum.

Talan er um tað sonevnda "Evensen-Arkivet", sum umfatar fleiri túsund upprunaliga brøv og skjøl frá føroyska málgranskaranum og prestinum A.C. Evensen.
Øll hesi skjølini fara undir hamarin hjá Bruun Rasmussen Kunstauktioner í Keypmannahavn seinast í november mánað.
- Vit fingu eitt tips um málið fyri einum hálvum ári síðni, og hava síðani brúkt tíðina at kanna tað, áðrenn vit nú hava almannakunngjørt skjalagoymsluna, sigur Sebastian Hauge Lerche, sum er kommunikatiónsstjóri hjá Bruun Rasmussen.
Skjalagoymslan hevur avgerandi týdning fyri føroyska  og eisini danska  mentanararvin, og hevur haraftrat ómetaligt virði fyri føroyska gransking.
- Vit hava soleiðis  varliga  mett virðið á skjalagoymsluni til eina fjórðings millión, sigur Sebastian Hauge Lerche.