Eivør Pálsdóttir er aftur aktuell á nýggjari fløguútgávu. Hesaferð er hon solistur á eini fløgu hjá heimskenda danska orkestrinum, Danmarks Radio Big Band.
»Trøllabundin« kallast útgávan, sum mánadagin komu í sølubúðirnar, og tað er fyrst og fremst tónleikur hjá Eivør Pálsdóttir, ið er at finna á fløguni. Sterka røddin hjá Eivør fær góðan stuðul frá tí vælspælandi bigbandinum, og tað hugtekur eisini ummælaran hjá tónleikablaðnum Gaffa.
? »Trøllabundin« vísir eina aðra stíðu av talentinum há Eivør enn hennara útgáva fyri trimum mánaðum síðani, sum var merkt av country og fólkatónleiki. »Trøllabundin« vísir hinvegin eina Eivør, har fólkatónleikurin er ein frumkraft, sum brennur í kroppi og sál, og sum hevur gott av mótspælinum frá DR Big Band, skrivar ummælarin Peter Studstrup.
Hann heldur, at ikki minst sangurin »Nú brennur tú í mær« fer at gera konsertirnar við Eivør og DR Big Band verdar at uppliva.
Hósdagin í næstu viku byrjar á konsertferðin hjá teimum í Danmark. Tey leggja fyri í Frederiksværk, og síðani gongur leiðin til Føllenslev, Næstved, Keypmannahavn, Århus, Halkær og Aalborg.
Seinni fara Eivør og Big Bandið á konsertferð í øðrum europeiskum londum.