Átrúnaðarligir bardagar í Egyptalandi

Ógvusligir samanbrestir hava verið ímillum kristin og muslimar í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, og sambært myndugleikunum hava 10 fólk latið lív, og 110 hava fingið skaða. Kristni presturin Samann Ibrahim sigur við tíðindastovurnar, at seks kristin vórðu skotin, tá kristin og muslimar brustu saman í tí fátæka arbeiðarabýlinginum Moqattam í gjár.

Tíðindastovurnar skriva, at ófriðurin millum kristin og muslimar í Kairo hevur sín uppruna í, at ein kristin maður og ein muslimsk kvinna hava funnið saman.

Tey kristnu eru umleið 10 prosent av fólkatalinum í Egyptalandi, og viðurskiftini millum tey og tann muslimska meirilutan hava leingi verið spent, skrivar AP.