Átrúnaður/Demokrati/Politikkur

Eitt viðkomandi evni, sum javnan er frammi, er um átrúnaður og politikkur skulu ganga hond í hond ella um átrúnaður ikki hoyrir heima í politikki

Hetta hevur stóran týdning fyri Miðflokkin, tí kristindómur er virðisgrundarlagið undir politikkinum hjá flokkinum. Tað má vera eitt ja-ligt tilknýti millum politikk og átrúnað og somuleiðis millum demokrati og átrúnað.

 

Hervið er ikki sagt, at vit ynskja at blanda okkara gudstrúgv, og tað at liva í hesum heimi. Í tí politiska arbeiðinum, er átrúnaður til staðar, men tað er ikki her gudstrúgvin verður skapt, tað verður hon í kirkjusamfeløgum og samkomum kring landið og hjá tí einstaka menniskjanum. Tí hevur tað týdning at vit ikki gera átrúna til politikk og politikk til átrúna.

 

Politikkur snýr seg um at skipa eitt samfelag á ein skynsaman hátt, meðan átrúnaður er sambandið millum eitt Gud og menniskjuna.

 

Tá ið talan er um demokrati, so merkir hetta fólkastýri ella fólkaræði. Her hava vit øll frælsi at velja hana ella hann, sum vit meina vil arbeiða fyri teimum virðum ið viðkomandi kann standa inn fyri.

 

Tín atkvøða vil hjálpa, soleiðis at hesi virðir verða varðveitt í landi okkara. Hetta er ikki ein sjálvfylgja, men nakað sum vit miðvíst mugu arbeiða fyri.

 

Øll valumboð hjá Miðflokkinum taka undir við hesum. Tí er tín atkvøða fyri Miðflokkinum trygd fyri, at hesi virði verða varðveitt til gagns fyri fólk og land okkara Føroyar.

 

Set X við Miðflokkin