Jákup Jacobsen í Gøtu, stjóri á P/F Krossbrekka, sum er partafelagið handan bátar sum Trónd í Gøtu og Finn Fríða, sigur, at árið í ár hevur verið nakað øðrvísi hjá Tróndi í Gøtu, enn vanligt er.
Teir fyrstu mánaðirnar var sum vanligt við góðum fiskiskapi, men tann 22. mai bleiv báturin sigldur til Litava, har tað var neyðugt við nøkrum umvælingum.
Strika í rokningini
Í samfullar tveir mánaðir lá Tróndur í Gøtu í Litava, har hann var til umvælingar. Báturin bleiv málaður av nýggjum, samstundis sum RSW-tangarnir blivu sandblástir og málaðir. Jákup Jacobsen sigur, at sjálvt um hetta er ein strika í rokningini, so var hetta eitt neyðugt stig at taka. Báturin sá ikki alt ov væl út, og nú tangarnir eru reinsaðir førir tað við sær, at góðskan av fiskinum verður betri, sigur hann. Samstundis er báturin málaður, so hann er sum spildurnýggjur. So sjálvt um báturin ikki hevur verið í fiskiskapi í tveir mánaðir, so fær ein nakað burturúr í longdini, sigur Jákup Jacobsen.
Støðugur sildaprísur
Tróndur í Gøtu hevur fyrsta túrin eftir umvælingina verið á sildaveiðu, og tá vit spyrja Jákup um prísin sigur hann, at sildaprísurin hevur verið støðugur í eina tíð. Hann hevur svinga frá 3 kr. til 3,50 kr. Víðari sigur hann, at Tróndur eftir landingina á Kollafirði fer út aftur á sildafiskiskap, men um mánaðarskifti Septembur/Oktobur er makrelurin á skránni. Spurdur um hetta hevur verið eitt gott sildaár, sigur Jákup, at tað hevur tað ikki beinleiðis verið. Tað hevur verið eitt vanligt ár, sigur hann. Prísurin hevur ikki verið hægri enn vanligt, men heldur ikki lægri, samstundis sum tað ikki hevur verið ovurnøgd av sild. Men sum heild er einki komi óvart á okkum, so vit eru heilt væl nøgdir við árið hóast alt, heldur hann.
Ein av hinum bátunum hjá P/F Krossbrekku, Finnur Fríði, landar í løtuni í Hetlandi. Hann hevur eisini verið á sildafiskiskapi og landar hann 850 tons fyri 3,20 kr. kilo.
Makrelprísurin støðugt hækkandi
Tá ið P/F Krossbrekka fór undir sítt arbeiði fyri nøkrum árum síðani var makrelprísurin heilt niðri á 1,80 kr. kilo. Men síðani tá hevur prísurin verið støðugt hækkandi, og tey síðstu 10 árini er prísurin farin heilt frá 1,80 kr. kilo til 13 kr. kilo. Jákup Jacobsen sigur, at hetta hevur stóran týdning fyri felagið. Tá ið prísurin er so høgur, sum hann er í løtuni, so hevur hetta nógv at siga fyri okkum, heldur Jákup. Hann væntar tó heldur ikki, at makrelprísurin í ár fer at vera hægri enn væntandi, tískil má árið metast at vera eitt vera eitt gott ár hjá okkum, men tó ikki nakað óvanliga gott ár, sigur Jákup. Men treyðugt so, makrelveiðan er ikki byrja, og tískil er ilt at meta um hetta, heldur hann.
Japanar trýsta prísin upp
Jákup sigur, at vit skulu allan vegin til Japan, fyri at finna grundina til høga makrelprísin. Hann sigur, at eftirspurningurin frá japanarum er so høgur eftir makreli, at prísurin rýkur upp. Síðstu árini hevur stóri eftirspurningurin verið vaksandi úr Japan, og tískil er prísurin so høgur. Hann vónar, at eftirspurningurin frá Japan verður verandi so høgur, tí hetta er ein týdningarmikil keypari hjá felagnum og fyri okkum føroyingar, heldur hann.
Makrelveiðan bíðar fyri framman
Nú fer sildaárið ella sildafiskiskapurin spakuliga at halla. Sum heild hevur hetta verið eitt gott sildaár, sigur Jákup, meðan hann spentur bíðar eftir makrelinum. Um ein mánað, ella rættari sagt, um mánaðarskifti September/Oktobur, fara Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði á makrelveiðu, og tá verður bíða við spenningi fyri at vita, hvussu hetta fer at ganga. Prísurin er høgur og vaksandi, so vit vænta og vóna, at henda gongdin fer at blíva við, sigur Jákup Jacobsen stjóri á P/F Krosbrekka at enda.