Tróndur í Gøtu skal vera títt navn

Leygardagin var Tróndur í Gøtu doyptur, og gummurnar fegnaðust

So væl bygt eitt far og so vøkur ein skúta og eru her komin, teg at heiðra og njóta, at løtan er komin, tú skjótt fer avstað. Vit biðja at harrin má signa tann dag.

Ansa øll tey, ið við tær skulu vera. Vit biðja og ynskja tú má aftur tey bera.

Førið tit saman mangan fongin í havn.

Tróndur í Gøtu skal vera títt navn.

Tað søgdu gummurnar, Dagmar Jacobsen og Laura Hentze, beint áðrenn tær sendu fløskuna avstað, sum fór í sor leygardagin.

So var Tróndur í Gøtu doyptur.

Gummurnar báðar kenna dópin, sum eina stóra æru.

– Hetta er stórt. Tað er ikki øllum beskorið at vera gumma at einum skipi, sigur Dagmar Jacobsen, gumma og kona tekniska leiðaran, Dávið Jacobsen.

– Ja, eg sigi sum Dagmar. Hetta er stórt. Vit hava havt mangar góðar løtur saman við gamla Tróndi í Gøtu, og nú verður spennandi at vita, hvussu verður við tí nýggja, sigur Laura Hentze, gumma og kona Jógvan Hentze, partaeigara.