Tróndur Húsgarð 75 ár

Leygardagin 19. november fylti Tróndur Húsgarð í Havn 75 ár.

Tróndur er ein býarmynd í Havn, har hann til fyri fimm árum síðan arbeiddi sum arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu. Hann kendi kloakkskipanina í býnum so væl, at hann var til stóra hjálp hjá teimum sum
løgdu allar kloakkir og aðrar veitingar hjá kommununi inn á teldu.

Tróndur er úr Syðrugøtu. Hann er triðyngstur av teimum átta børnunum hjá navnframa bóndanum, Líggjasi Húsgarð, og Sofíu Mariu, sum var frá Gøtugjógv.

Sum ungur var Tróndur á landbúnaðarskúla í Noreg og arbeiddi har eina tíð. Hann giftist í Noreg í 1958 við Onnu úr Fuglafirði. Hon er dóttir Hendrik á Buð (Olsen), sum var frá Gøtugjógv og Katrinu (Trinu), sum var úr Elduvík.

Anna og Tróndur fluttu aftur til Føroya seinast í fimmtiárunum og bygdu í Brøttubrekku, har tey fluttu inn í 1963. Tróndur arbeiddi hjá Jarðarráðnum, har hann m. a. velti upp úr nýggjum og gjørdi uppdyrkingarvegir.

Tá Tórshavnar kommuna í 1974 fór at gera vegin úr Kaldbak til Hvítanes, fekk Tróndur starv hjá kommununi sum arbeiðsformaður. Tá arbeiðið við Kaldbaksvegnum varð liðugt, fór Tróndur at fáast við smærri arbeiði hjá kommununi í Havn, serliga kloakkarbeiði og smærri vegaarbeiði. Hann arbeiddi hjá kommununi til hann var 70 ára gamal.

Av frítíðarítrivum hjá Tróndi eru at nevna, at hann er virkin í dansifelag Kaggans. Eisini hevur hann seksmannafar og er ofta í fjørðinum. Eisini hevur hann putlast nógv í urtagarðinum rundan um húsini.

Anna og Tróndur eiga fýra børn: Eyðun, sum er prentari og stjóri á Prentmiðstøðini, Tórfinn, ið er sjálvstøðugur snikkari, Hendrik, ið er maskinverkfrøðingur hjá Alpha Diesel í Frederikshavn, og Karin Margretha, sum er havfrøðingur og starvast á Fiskirannsóknarstovuni.

Tróndur eigur 9 abbabørn.