Góði, fitti Tróndur!
Ja, tað er veruliga satt. Eg siti og skrivi minningarorð um teg, Tróndur. Tað kennist soo? undarligt og einki minni enn ræðuligt.
At eg skuldi uppliva at vitja teg í kirkjugarðinum og skriva minningarorð um teg, kundi ongantíð í mínum villasta hugaheimi komið mær til hugs. Tað mest natúrliga hevði jú verið, um tað var øvugt.
Tað er bara so ringt at skilja og hugtungt, at tú bleiv tikin heim til Jesus pápa bert 19 ára gamal.
Júst útlærdur og klárar at taka ímóti lívsins avbjóðingum í vaksnamannalívinum. Hví??? Í besta blóma og so nógv gott at geva frá tær. Allir teir óroyndu møguleikarnir, sum tú ikki slapp framat. Eg kundi blivið við, men komi ikki til nakra rímiliga frágreiðing, men siti bert eftir við eini kenslu av tómleika og sakni.
Saknurin er ómøguligur at lýsa við orðum, men tað kennist sum allur kroppurin fær ilt, blivur tungur og grætur, tá eg hugsi um, at vit ongantíð skulu síggjast aftur her á fold. Men minnini hava vit, myndir, film og gávurnar frá tær til mín og børnini, sum kunnu ríka og gleða okkum.
Eg minnist, tá tú var lítil, hvussu kerligur tú var. Ikki tí, tað var tú øll tíni 19 ár, men hetta var, áðrenn tann aldurin, tá alt verður meira flóvisligt. Tú mussaði og tú klemmaði og tú mussaði og klemmaði minst 10 ferðir hvørja ferð og klemmaði so deiliga fast eisini.
Eg minnist, eg var barnagenta hjá Anniku og tær niðri í Tróndargøtu.
Eg minnist teg sum ein glaðan, fittan og sera kreativan drong.
Eg minnist, tá Gudrun og tú saman við systkinabørnunum svóvu her hjá okkum og vit hugnaðu okkum við at spæla »gekk«. Og ikki at gloyma mótasýningin, sum bleiv væl fyrireikað og trenað, sum síðani bleiv víst fyri ommu og foreldrum.
Eg minnist stjørnurnar í eygunum á Katarinu, hvørja ferð hon sá teg.
Eg minnist, hvussu fittur og tolin, tú altíð var við okkum børn. Tey elskaðu, tá tú kom at vitja. Tú bleiv beinanvegin hálaður upp á loft at spæla og tú segði ongantíð nei.
Eg minnist, hvussu gávumildur og hjartagóður tú var. Tú gleddi meg við fleiri góðum fittum gávum, t.d. pútuvorið, sum tú hevði trykt Mickey og Minnie á og tann flotta frukttekningin.
Eg minnist, at tú gav Sólbjørt navnið Flippa Høj, áðrenn hon bleiv doypt.
Eg minnist, at tú hevði hugsað um at keypa guddóttrini, Sólbjørt, jólagávu og kom so fittur yvir við henni jólini 2002, 19 ára gamal.
Eg minnist, tá tú akkurát hevði fingið koyrikortið. Guðrun og tú komu yvir til okkum í bili at fortelja nýggjheitina. Tá tit so skuldu koyra avstað aftur, mundi tú rent inn í garðin hjá grannanum, sum tú vinkaði farvæl.
Ja, góði Tróndur, minnini eru mong. Brynja, Katarina, Hans Martin og fastir eru sera takksom fyri at hava kent teg og fyri tíðina, vit hava verið saman. Tú kemur altíð at liva í okkara minnum. Sólbjørt og Pauli eru tíverri so lítil, at tey koma ikki at minnast teg. Tey kunnu bert læra teg at kenna gjøgnum okkum. Og tað er okkara ynski, at kunna minnast og tosa um teg til dagligt, sum ein natúrligan part av dagligdegnum, sjálvt um tú ikki ert millum okkum longur. At styrkja minnið hjá børnunum, so tey altíð vita, at tey eiga eitt systkinabarn, sum býr hjá Jesus pápa.
Vit síggjast einaferð aftur, góði. Jesus pápi veri hjá tær.
Fastir