Tróndur Patursson sýna fram í Dublin

Ein av fyrilestrarhaldarunum á Mentanarráðstevnuni, írin Patrick J. Murphy, er so hugtikin av Tróndur Paturssyni, at hann hevur keypt ein málning frá føroyska listamanninum

Í samband við Mentanarráðstevnuna um vikuskiftið, hevur Tróndur Patursson fingið boðið at sýna fram í stóra Guinness gallarínum í Dublin komandi summar.
Tað er stórur áhugi fyri føroyskari list í Bretlandi, og í samband við framsýningina í Dublin, fer Tróndur eisini sýna fram í Aberdeen og London komandi summar.
Framsýningin á Guinness gallarínum er komin í lag gjøgnum íran Patrick J. Murphy, sum var ein av fyrilestrarhaldarunum í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Hann er ein av samskiparunum á Guinness gallarínum, sum er eitt mest viðurkendu gallarínum í Írlandi. Gallaríið bjóðar vanliga listafólkum út øllum heiminum at sýna fram, og nú er greitt, at Tróndur Patursson verður at síggja í írska høvuðsstaðnum komandi summar.

Selt málning
Patrick J. Murphy er so hugtikin av Tróndi Patursson, at írin sjálvur hevur keypt málning av føroyska listamálaranum. Talan er um ein miðalstóran málning, sum Tróndur kallar ein abstrakta náttúrulýsing.