Útróður
Vit vóru á Kósabrúnni í morgun, tá ið útróðrarbáturin, Nevið Reyða, legði at landi. Teir høvdu roynt sunnanfyri ella í Svínoyarhavinum, teir rópa. Á 30 línum høvdu teir millum 2.200 og 2.300 pund. Nógv tann størsti parturin av veiðini var hýsa, eini 200 pund var gráur fiskur.
Nevið Reyða er ein 32 fót stórur glastrevjabátur av slagnum, Viksund. Bátaeigari er Hendrik Sørensen, sum er ættaður av Viðareiði, men býr í Klaksvík.
Teir seta við trakt. Agnið er høgguslokkur og tað, sum rópt verður sauri. Hetta er ein sildafiskur, sum er væl bíligari enn makrelur.
Tveir mans eru við bátinum á útróðri, meðan ein tekur sær av umrekingini á landi.
Petur Juul Jacobsen, ið er annar av monnunum, sum við eru, sigur, at fiskiskapurin vanliga er smáligur hesa tíðina av árinum.
- Onkur annar bátur royndi norðanfyri okkum síðstu nátt, kanska nakað ytri, og teir fingu væl av hvítingi. Sum vit skiltu, hevði hesin báturin umleið 100 pund á línuni, harav meginparturin var hvítingur.
Útróðrarmaðurin letur væl at hýsuprísinum, sum munar væl, nú útróðurin er so slakur.
- Eg haldi, vit fáa einar 15 krónur í miðal fyri hýsuna, og tað er góður prísur. Annars liggur hýsuprísurin upp í einar 18 krónur fyri kilo, sigur hann.
Petur Juul Jacobsen sigur, at tað gongur væl hjá teimum at fáa línuna umriknað til hvønn túrin.
Nevið Reyða roynir við línu alt árið.