Útróðrarmenn millum risastór ísfjøll

Í vikuni vóru grønlendskir jollufiskimenn og útróðrarmenn annars um reppið at vera stongdir úti í innsiglingini til grønlendska býin, Ilulissat.

 

Mikudagin vóru grønlendskir jollufiskimenn og útróðrarmenn annars um reppið at vera stongdir úti í innsiglingini til grønlendska býin, Ilulissat. Teir høvdu verið á útróðri, og vóru á veg aftur til lands, tá teir rættiliga fingu seg royndar.

 

Um heimasíðuna - sermitsiaq.ag - sæst forvitnisligt og hugtakandi filmsbrot, har útróðrarmenn í tungt lastaðum jollum og bátum royna at sleppa gjøgnum ísin og gjøgnum smala sundið millum tvey risastór ísfjøll.

 

Í filmsbrotinum sær hetta ikki so lítið tespiligt út, og hetta er neyvan vandaleyst heldur. Men, um menninir ikki sluppu millum ísfjøllini hesa løtu, høvdu teir verið noyddir at ligið og bíðað uttan fyri um náttina - millum eitt heilt hav av størri og smærri ísflakum í sjónum.

 

Útróðrarmaðurin, Salomon Petersen, sum eigur filmsbrotið, heldur, at tað er deiligt at vera útróðrarmaður, men hann ásannar, at viðhvørt er neyðugt við tolsemi, eins og neyðugt er at góðtaka megina og treytirnar hjá náttúrukreftunum.