Útróðrarmenn í Sandoy lættari til marknaðin

Seinastu árini hevur tað verið trupult at verið útróðrarmaður í Sandoynni. Menn, sum hava róð út við línu og snellu, hava verið noyddir sjálvir at ført fiskin til marknaðin sjálvir, antin inn á Toftir ella vestur í Vágar, har landingarmiðstøðir eru

Flutningur

At kalla allur útróðrarfiskur verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, men til tess at fáa fiskin til marknaðin, hevur verið neyðugt hjá útróðrarmonnum í Sandoynni - hvør í sínum lagi - at fáa fiskin til marknaðin.
Hetta hevur í nógvar mátar verið ógvuliga trupult og hevur gjørt arbeiðsdagin hjá útróðrarmonnum nógv meira tíðarkrevjandi.
Virkini hjá Sandoy Seafood arbeiða bara upsa og keypa tískil ikki útróðrarfisk.

Flutningsloysn
Nú er so ein loysn funnin á hesum trupulleika hjá útróðrarmonnunum í Sandoynni.
Tá Sandoy Seafood keypir upsa úr eitt nú Sørvági, koyrir bilur fiskin til Ternuna á Gomlurætt og haðani í Sandoynna.
Nú hevur Sandoy Seafood bjóðað útróðrarmonnum í oynni at goyma fiskin í teirra kuldarúmum á Sandi og í Skopun, og tá so bilur kemur við fiski, tekur bilurin útróðrarfiskin við sær aftur og fær hann til marknaðin, har hann verður seldur.
Tað var í síðstu viku, at útróðrarmenn í Sandoynni fingu hesa skipan, og í síðstu viku fóru soleiðis 12 tons av útróðrarfiskin av oynni í bili.