Politiska semjan um, at allur vinnuligur fiskiskapur við línu, skal bannast innanfyri tríggjar fjórðingar, er nú í vanda.
Tað elvdi til øsing, tá ið ein politisk semja ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi bar í sær, at uppskot varð lagt fyri ting um at friða allar leiðir innanfyri tríggjar fjórðingar fyri vinnuligum fiskiskapi við línu.
Ákoyringarnar vóru so harðar, at seinni varð semjan endurskoða, so at nú skulu allar leiðir innanfyri 1,5 fjórðing friðast fyri øllum vinnuligum línufiskiskapi.
Men tað hevur ikki blíðka tey, sum eru ímóti ætlanini.
- Eg taki als ikki undir við hesum og fari ikki at atkvøða fyri tí, staðfestir Bjørn Kalsø, sambandsmaður, sum í løtuni er formaður í vinnunevndini.
Hann sigur, at hann hevur ikki verið við til at snikka hesa semjuna til og hann veit, at
tað eru fleiri í Sambandsflokkinum, sum heldur ikki taka undir við uppskotinum. Hann hevur eisini skilt á tinglimum úr øðrum flokkum, at tað gera teir heldur ikki.
- Mótstøðan ímóti hesum er so stór, at tað er ein spurningur um tað yvirhøvur verður samtykt, sigur Bjørn Kalsø.
Hann staðfestir, at vísindaliga er onki grundarlag yvirhøvur fyri at friða leiðirnar innanfyri 1,5 fjórðing fyri vinnuligum línufiskiskapi, samstundis sum annar fiskiskapur verður loyvdur.
- Havstovan hevur ongar fiskifrøðiligar royndir gjørt, sum stuðla upp undir uppáhaldið um, at størstu nøgdirnar av smáum toski eru á leiðunum innanfyri 1,5 fjórðing.
- Yvirlitstrolingarnar fyri at meta um toskastovnin, verða ikki gjørdar á leiðunum talan er um. Hetta viðganga tey á Havstovuni eisini og siga bart út at teirra tilmæli í stórstan mun byggir á gitingar.
Bjørn Kalsø sigur, at landsstýrismaðurin hevur ríkiligt av heimildum at seta friðingar og onnur tiltøk í verk fyri at friða ungfisk, uttan at jarðleggja útróðurin.
- At seta tiltøk í gildi, sum avhøvda útróðurin, kann undir ongum umstøðum setast í verk uttan haldgóð prógv, leggur hann afturat.