Óli Jacobsen
Tað eru fleiri av hesum gravsteinum, sum hava røtur aftur til Nólsoyar. Her er Nólsoyar søgan hjá Egon Hansen ein góð kelda.
Tað er ikki so løgið, at tað hevur verið nógv samband millum Havn og Nólsoy, so stutt tað er millum plássini. Tað er eisini fitt av nólsoyingum, sum allar tíðir eru fluttir til Havnar. Millum hesi vóru hjúnini Johanna Thomasia f. Simonsen (1874-1950), fødd í Vestmanna, og Mortan Luther Hansen (1875-1951).
Foreldrini hjá Morten Luther Hansen vóru
Johannes Zidske Hansen (1831-1921) giftur við Onnu Lilliendal Magnussen (1837-1889) úr Kvívík.
Foreldrini hjá Johannes Zidske, vanliga nevndur Ziska, vóru Hans Pauli Johannesen úr Nýggjustovu, Kapparin nevndur, og Ellen Marie Joensdatter úr Smiðjuni Miðvági. Tey búðu fyrstu tíðina í Miðvági, har eisini tvey av børnunum eru fødd. Eitt skifti búðu tey í Kirkjubø, har triðja barnið varð føtt, men tey settu síðan búgv á Trappuni Nólsoy.
Mortan var uppkallaður eftir mammubeiggja sínum Morten Luther Hansen f. 1829. Hann átti sluppina Simon Petrus, sum fiskaði og sigldi við farmi. Hann sjólátst á Havnarvág í 1862.
Tiltikin raskur
Ziska var tiltikin raskur maður. Í hansara tíð kom øll skip, sum skuldu inn á Havnina, inn millum Stong og Eystnes.
Nólsoyingar plagdu við kikara at hyggja eftir skipum, sum flaggaðu eftir loðsi. Tað sum tá ráddi um, var at vera fyrstur at koma til skipið fyri at sleppa at loðsa tað.
Ein dagin hevði Ziska sæð eitt skip, men hann helt tað vera nakað langt burturi. Men eina løtu seinni frættir hann, at annar bátur í Nólsoy er á veg út til sama skipið.
Hann leyp avstað og bað onkran koma við sær. Hann dró bátin einsamallur úr neystinum og dró hann eystur um Eiðið, meðan hin báturin var farin vestanífrá.
Ziska hevði tveir mans við sær. Teir róðu í øðrum borðinum, meðan hann einsamallur var í hinum borðinum. Hetta eydnaðist, og Ziska var tann fyrri at skipinum og sloppið var.
Hans Pauli
Pápi Ziska, Hans Pauli, eigur eisini part í Nólsoyar søgu. Uppi á Stongini stendur í dag stórur grótvarði, lagaður í 1849. Formaður fyri hesum arbeiði var Hans Pauli.
Tá ið fyrsta lógin um tvungnan skúlaskap, Provisorisk Reglement, varð kunngjørt sum lóg, fór Hans Pauli saman við tveimum øðrum nólsoyingum í 1845 til Danmarkar at fáa kong at avtaka hesa lóg. Men hesum kom einki burtur úr.
Mortan flutti til Havnar
Í 1910 flutti Mortan við familju til Havnar at búgva við teirra 5 børnum. Tey hildu ikki tá, at umstøðurnar vóru nóg góðar í Nólsoy. Tey búðu fyrst í Magnus Heinasonar gøtu. Men seinni komu tey at búgva úti á Landavegnum í húsunum hjá D.J. Danielsen, kallaður Dollin. Hann er kendur frá bókini “Dollin”, sum byrjaði ta fólkarørslu, sum í 1908 fekk koppað belgiska konginum bølmenninum Leopold 2, sum “eigara” av Congo.
Dollin doyði í 1916, og konan, Lina, flutti nakað eftir hetta av landinum. Tað kann hava verið um 1920, at húskið úr Nólsoy flutti inn. Mortan var fiskimaður sum so nógvir havnarmenn tá í tíðini.
Eftir at vera komin til Havnar, fingu tey 5 børn afturat. Tað hevur ikki bara verið stuttligt hjá teimum at koma til Havnar. Av teirra tíggju børnum mistu tey trý børn í góðum aldri í 1930 og 1934. Umframt mistu tey eisini eina ommu- og abbadóttir.
Børn teirra vóru:
Johannes Anton (1900-1989), føddur í Nólsoy. Hann giftist til Gjáar. Konan var Johanna Elisabeth Cathrina Súsanna Joensen (1899-1990) f. við Gjógv. Tey fingu fýra børn.
Hans Einar Sofus (1902-1986) f. í Nólsoy, giftur við Gudid Danberg (1910-1988) fødd í Hósvík. Hans Einar arbeiddi sum smiður í Havn.
Gudid misti beiggjan Alif í 1934 við Nólsoynni, sum tað er greitt frá í bókini Havið tók Teir. Hon var í síni tíð sunnudagsskúlalærari í Hósvík. Tey áttu fimm børn.
Anna Lilliendal (1903-1930) f. í Nólsoy. Hon giftist ikki, men fekk í 1922 dóttrina
Maria Leonora Lilliendal. Hon doyði longu 21. august 1930.
Anna var heima og hjálpti mammuni. Men hon fekk tuberklar, sum so mong tá í tíðini. Hon doyði 26. desember 1930, bara fýra mánaðir eftir at hava mist dóttrina.
Hon varð so grivin í gamla kirkjugarði saman við dóttrini og beiggjanum, sum longu vórðu grivin har sama ár.
Alma Sofía Hansen (1905-1982) f. í Nólsoy. Hon giftist til Danmarkar við Johannes Juhl. Hon arbeiddi sum frisør á Frederiksberg.
Poul Andreas (1909-1967). Føddur í Nólsoy.
Hann giftist í 1950 við Inger Fridu Christiansen f. 1930, dóttir Frits hjá Klokkaranum. Poul Andreas sigldi úti í heimi sum maskinmaður. Hann fekk malaria og doyði í Rotterdam.
Tey fingu fýra børn.
Osvald Henning Jul Hansen (1910-1930).
Eftir at vera farin úr skúlanum fór Osvald í skraddaralæru. Hann gjørdist kortini ikki liðugur. Hann bleiv sjúkur av blindtarmsbruna, og hann doyði av hesum einans 19 ára gamal. Hann var ógiftur. Er jarðaður í gamla kirkjugarði saman við systrini og systirdótrini, sum doyðu sama ár.
Meinhard (1912-1983), f. í Havn. Hann giftist við Olevina Johanna Louisa Poulsen (1922-1989) á Kák úr Havn. Meinhard var málari. Tey fingu fýra børn. Sonurin Hans sjólátst í 1972, 30 ára gamal.
Luthea Liliendal (1914-1934). Hon doyði av tuberklum. Er helst jarðað saman við teimum trimum, hvør navn stendur á umrødda gravsteini.
Dagmar (1916-2010). Hon giftist við Christoffur Ziska (1913- 1999). Hann var sonur Onnu i Geil og Andreas Ziska, sum millum mangt annað gekk á odda fyri at stovna Skipafelagið Føroyar. Christoffur var fyrst postboð í mong ár, og síðani gjørdist hann málari. Dagmar var damuskraddari.
Tey fingu trý børn.
Gunhild Hansen f. 1920
g.v. Magnus Petersen f. í Froðba. Tey búsettust í Danmark, og fingu trý børn.
Í Danmark seymaði Gunhild fyri henda mótahúsið Jack Olsen á Strøgnum í Keypmannahavn.
Keldur:
Viggo Christiansen
Egon Hansen
Frida Hansen