Thorshavn og sluppin Johanna TG326 standa nú á beding á Vágs Skipasmiðju. Tey skulu nú gerast klár til summarið.
Hetta er afturvendandi á hvørjum ári, og eitt vártekin er tað, tá skipini verða klárgjørd til summarið.
Leygardagin varð dúkurin, sum hevur innilokað Johonnu í vetur, tikin av, og farið varð at klárgera gomlu sluppina. Nú er hon so tikin upp á beding saman við Thorshavn.