Trý stór hús rapað í Rio

Tríggir stórir byrningar rapaðu tíðliga í morgun í brasilska stórbýnum Rio de Janeiro. Myndugleikiarnir siga, at minst fimm fólk hava fingið skaða, og at bjargingarlið leita eftir fólki undir húsaleivdunum. Sjónvarpsstøðin Globo News sigur, at 11 fólk eru deyð ella hava fingið skaða.

Borgarstjórin, Eduardo Paes, sigur við fjølmiðlarnar, at tann størsti bygningurin var í 20 hæddum, ein var í 10 hæddum, og tann minsti var í trimum ella fýra hæddum, sigur hann.

Eygnavitni hava sagt, at tey hoyrdu eina spreinging, men borgarstjórin sigur, at enn duga tey ikki at siga, hví bygningarnir rapaðu. Hann helt tó, at tað hevði okkurt við byggiarbeiði at gera. Tíðindastovurnar skriva, at menn vóru í ferð við at umvæla ein av bygningunum.