Trý stór mál í 2009

Føroyar hava trý stórmál at halda sær fyri eyga í 2009. Búskaparligur stabilitetur og royndin at fáa føroyingar heim til Føroya eru – saman við alneyðugum samráðingum við ES um treytir fyri limaskapi – ovast á uppgávulistanum hjá landsstýrinum í 2009

Her á gáttini til nýggja árið er hóskandi at hyggja at listanum yvir átroðkandi mál, ið Landsstýrið má viðgera og loysa sum skjótast.

Ovast á listanum standa trý stór og týðandi mál:

Samráðingar við Europasamveldið um treytir fyri limaskapi

Búskaparligur stabilitetur

Átøk fyri at fáa ung og útbúgvin heim til Føroya

 

Samráðingar mugu byrja nú

Støða Føroya til Europasamveldið er eitt hitt mest týðandi málið at avklára í 2009.

Landsstýrið eigur alt fyri eitt at fáa samráðingar við ES. Endamálið er at fáa innlit í limaskapstreytirnar fyri Føroyar.

Vit mugu kenna treytirnar nú, so vit fáa at vita og ikki gita, hvørjar møguleikar vit hava.

Ikki færri enn tveir ES-nevndarlimir hava givið okkum ábendingar um, at hetta er royndina vert.

Í grundini er onki at missa men alt at vinna við at taka upp samráðingar limaskapstreytir.

Besti føroyski trumfurin er, at vit eru í tættasta samstarvi við ES-limalandið Danmark. Tann trumfurin skal brúkast at vinna okkum bestu treytir.

 

Tey fýra frælsini skapa vøkstur

Hví skulu vit inn um ES-garðin?

Jú, tí har eru fyrimunirnir, ið okkara land og fyritøkur skríggja eftir í hesum døgum við búskaparligari afturgongd og vaksandi arbeiðsloysi.

Føroyar skulu hava búskaparvøksturin, ið kemur, um okkara fólk og fyritøkur fáa atgongd til tey sonevndu fýra frælsini innan ES.

Frí atgongd til at flyta vørur og tænastur á ES-marknaðin er bráneyðug. Hon fer at styrkja vinnulívið – bæði fyritøkurnar, sum liva av fiskaútflutningi, og tann partin, ið vinnur sær inntøkur á øðrum økjum.

Frí atgongd til persónar at arbeiða í Europasamveldinum hevur stóran týdning, eins og vit mugu fáa staðfest føroyskan rætt til at flyta kapital millum Føroyar og ES-lond.

Hesi fýra frælsini fara at skapa inntøkuvøkstur og at eggja okkara vinnufyritøkum at økja virksemið og handilin við ES-lond, ið er týdningarmesti marknaðurin.

 

Ísland verður ES-land um stutta tíð

Júst í hesum fyrstu døgunum av 2009 váttar íslendski forsætisráðharrin, Geir Harde, at Ísland er á veg inn í ES.

Nýggjastu meiningakanningarnar vísa, at tveir triðingar av íslendingum eru fyri ES-limaskapi, og fólkaatkvøða skal haldast um spurningin í vetur.

Fer Ísland inn í ES, ið alt bendir á, missa okkara fyritøkur sítt kappingarføri mótvegis íslendskum fyritøkum. Hetta fer at merkjast á inntøkunum til Føroya, og tað hava vit ikki ráð til.

Tí má landsstýrið vakna og síggja álvara í veruleikanum rundan um okkum.

Tað nyttar onki, at Uttanríkisráðið á Tinganesi framhaldandi situr á sínum hondum, meðan grannarnir fyri norðan arbeiða hart fyri at fáa fyrimunirnar, vit hava brúk fyri.

 

Ríkisfelagsskapurin gevur

búskaparligan stabilitet

Stríðið móti misskiltu nationalismuni, ið serliga hevur fastatøkur á fullveldisfólki, heldur fram í 2009.

Formaðurin í Tjóðveldi finnist um dagarnar háðandi at Landsstýrinum fyri at hava lagt nøkur donsk lógaruppskot fyri Tingið. Sannleikin er, at hetta eru mest týðandi uppskot, sum fóru í Tingið í 2008.

Talan er m.a. um sonevnda Bankapakkan, ið tryggjar, at føroysku bankarnir fáa lut í gjaldførinum, sum Danmark borgar fyri.

Uttan bankapakkan hevði innistandandi hjá føroyingum helst komið í vanda, og um illa vildi til, hevði okkara búskapur komið í stórar trupulleikar.

Hetta er tó óinteressant fyri Høgna Hoydal. Hansara serliga problem er, at hjálparpakkin er DANSKUR. Alt tað, ið er danskt, er jú av tí ónda, tá tú ert fongdur við misskilta nationalismu.

Lat okkum onnur fegnast um, at Ríkisfelagsskapurin framvegis veitir Føroyum búskaparligan stabilitet, og at Landsstýrið ger tað einasta rætta við at leggja Bankapakka nr. 2 fyri Tingið í vetur.

 

Ung og útbúgvin heim aftur

Triðja stóra avbjóðingin í 2009 er at berjast fyri at venda gongdini, har støðugt fleiri ungir, útbúnir føroyingar – og serliga kvinnurnar – velja at seta seg niður uttan fyri Føroyar. Tey koma ikki heim aftur.

Skeivu gongdini kunnu vit venda, um vit vilja.

Í sjálvum sær fara ein komandi ES-limaskapur og búskaparligur stabilitetur at gera Føroyar til eitt spennandi val hjá ungum føroyingum við útbúgving.

Tó skulu fleiri átøk gerast til tess at styrkja hugin og møguleikarnar at flyta heim. Í stuttum snýr tað seg um at tryggja, at tær grundleggjandi almennu vælferðartænasturnar eru í lagi. Heilsuverk, almannaverk og skúlaverk skulu veita okkara borgarum tryggleika og menning, og so verða vit eisini at arbeiða fyri góðum bústaðarmøguleikum og barnaansing saman við kommununum.

Eitt serligt átak er neyðugt, nú fíggjarnevndin – við sínum ódámliga talvi um dýrar tunnlar, asfalt og beton – valdi at tileinkisgera vallyftið um, at Fróðskaparsetrið skal bjóða út fleiri víðari útbúgvingar.

Í samstarvi innan Ríkisfelagsskapin kunnu vit helst fáa í lag fleiri útbúgvingartilboð í Føroyum. Tað bar til í samstarvi við stjórnina at styrkja havgranskingina á Fiskirannsóknarstovuni. Tí man hetta við Fróðskaparsetrinum eisini bera til í góðum samstarvi.

 

Trý mál byggja land

Hesi trý høvuðsmálini eru týðandi og hoyra tí heima ovast á listanum hjá Landsstýrinum.

Málini peika positivt frameftir fyri Føroyar, og um Landsstýrið megnar at loysa tey, so byggir landsins leiðsla hetta landið, vit øll eru so góð við.

Gott nýggjár øll somul!