Trýstið er á Neistanum

Hjá Kyndli er árið mest sum av, nú tær eru fastar á fjórða plássinum í kappingini. Men spurningurin er, um tær kunnu hjálpa VB. Nakað sum ikki er heilt ósannlíkt.

Verður uppgerðin í steypakappingini roknað við. So hevur Kyndil nú vunnið tríggjar dystir á rað móti Neistanum. Og vinna tær fjórðu ferðina á rað eisini, munnu tær hava skrivað sín part av hondbóltssøguni á kvinnusíðuni hjá Kyndli.

Og Neistin hevur alt at spæla fyri. Sigrar nú sunnudagin og í seinasta dystinum móti StÍF eru krav, um vinnast skal fram til FM-finaluna. Seinastu dystirnar hevur Neistin eisini fingið glið á, og tí eru útlitini fyri sigrinum kanska betri nú, enn tær vóru til seinasta uppgerðina. Og uttan iva vilja tær bláu eisini staðfesta, at tær enn skulu roknast sum sterkasta kvinnuliðið í høvuðsstaðnum.

Í hinum báðum dystunum hjá kvinnum er talan um greiðar favoritt-leiklutir. Stjørnan hevur heimavøll móti StÍF, og VB hevur heimavøll móti longu niðurflutta VÍF.

 

Í Havn byrjar dysturin klokkan 14.30. Hinir báðir dystirnir byrja klokkan 15.00.