LÍF-kvinnurnar fingu eina góða byrjan upp á seinnu helvt av landskappingini, tá tær vunnu 3-1 á NSÍ.
Eftir stigatalvuni at døma skuldi hetta ikki verið ein so torførur dystur hjá LÍF, men NSÍ-kvinnurnar, sum higartil bert hava fingið trý stig fyri sjey dystir, eru betri, enn stigatalvan vísir.
Í Leirvík sunnudagin løgdu tær seg á odda og høvdu eisini kjansir til fleiri mál, men tað gongur striltið við at fáa røttu úrtøkuna burtur úr møguleikunum.
Fram til málið hjá NSÍ, sum Irdi Hansen fekk í 18. minutti við einum góðum frísparksskoti, hevði heimaliðið annars havt yvirvágina og var komið fram til fleiri hálvar kjansir.
Men eftir at NSÍ hevði lagt seg á odda, bleiv meira javnt, og NSÍ-kvinnurnar kundu fingið fleiri mál.
Í staðin fekk LÍF javnað, tá sjey minuttir vóru eftir av hálvleikinum. Ein NSÍ-verjuleikari leyp upp at skalla, men fekk bóltin á armin, og so varð brotsspark dømt. Tað setti Kristina Eyðbjørnsdóttir í netið, og so stóð á jøvnum aftur.
Og NSÍ megnaði ikki at binda fyri posan áðrenn hálvleik. LÍF fekk hornaspark, og enn einaferð var tað Kristina, sum hesaferð setti høvdið undir innleggið og gav LÍF leiðsluna. Hetta var tað seinasta, sum hendi í hálvleikinum, og leirvíkskvinnur kundu sostatt fara til hálvleiks við eini 2-1 leiðslu.
Bert eitt mál var á muni, og einki var avgjørt, men LÍF fekk eina sera góða byrjan upp á seinna hálvleik, og tað vísti seg at fáa stóran týdning fyri dystin.
NSÍ megnaði ikki at rudda upp eftir eitt hornaspark, og Kristbjørg Isaksen fekk seinasta fótin á. Seinni hálvleikur var bert tveir minuttir gamal, og nú var 3-1 til LÍF. Og tvey av málunum hjá heimaliðnum vóru komin eftir hornaspark, sum annars ikki vanliga er størsta álopsstyrkin hjá LÍF-kvinnunum.
Bæði liðini fingu fleiri góð tilboð í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist hvørgum at fáa fleiri mál, og sostatt vann LÍF dystin 3-1 og heldur framvegis sambandið við KÍ.
Fara eftir bronsuni
Í Leirvík hava tey ásannað, at tað er ov langt upp til oddaliðini, men triðja plássið er framvegis í eygsjón. LÍF hevur 10 stig fyri sjey dystir, meðan KÍ hevur 12 stig fyri seks dystir, so enn er møguleikin fyri bronsumerkjunum til staðar.
NSÍ fall enn einaferð fyri vánaliga effektivitetinum, og tá tað ikki verður skorað upp á kjansirnar, er torført at vinna. NSÍ hevur framvegis bert trý stig, nú fyri sjey dystir, men spælið og tilfarið er til meira.
Komandi vikuskifti kemur HB á vitjan í Runavík. LÍF hevur frí.