90 min
2-1
Stutt fyri leiklok tiltuskaði FC Suðuroy sær eitt brotsspark, sum Jón Krosslá setti í málið aftanfyri Andras Gango.
Liðugt!
75 min
2-0
Nú tykist lítil ivi vera um, at NSÍ fer at vinna trý stig. Eitt korter undan leikloki hevur heimaliðið við Løkin økt um leiðsluna, sum nú er 2-0. Seinna málið skoraði Debus Danielsen, sum gjørdist leysur mitt fyri.
Tað er heimaliðið, sum nú er omaná.
70 min
1-0
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið alla tíðina. Líkindini eru góð. Tað er mest sum stilli við Løkin, men fótbóltsspælið er ikki so ógvuliga gott.
Hálvleikur
1-0
Gongdin fram ímóti steðginuum hevur verið tann sama, sum hon hevur verið allan 1. hálvleik.
Áskoðararnir eru ikki so nógvir við Løkin í dag, sum teir ofta hava verið. Kappingin frá kappróðrinum í Hvalvík og HM í Suðurafrika er stór!
-----
Fyrsta bríkslið í Vodafonedystinum millum NSÍ og FC Suðuroy við Løkin í Runavík var klokkan 15.
Eitt korter undan steðginum er NSÍ á odda 1-0. Málið skoraði Klæmint A. Olsen eftir innlegg úr høgru frá Jústinusi R. Hansen. Verjan hjá FC Suðuroy megnaði ikki at beina bóltin burtur, og so var mál.
Tað hevur gingið hampuliga javnt á, og royndirnar ímóti málunum hava ikki verið so nógvar.
NSÍ-FC Suðuroy 2-1 (1-0)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Klæmint A. Olsen 17.
2-0: Debes Danielsen 75.
2-1: Jón Krosslá Poulsen br 89.
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Johan Troest Davidsen, Heðin á Lakjuni - Jann Martin Mortensen (Erland B. Danielsen, 77.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Debus Danielsen - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Ólavur í Ólavsstovu, 83.)
Gult kort: Jónhard Frederiksberg
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Dan Djurhuus (Arthur Tausen, 85.), Heini Vatnsdal, Heini Bech, Teitur Tausen, Mamuka, Palli Augustinussen, Martin Tausen, Kári í Lágabø (Henning G. Joensen, 79.), Jón Krosslá Poulsen, Obi Charles
Gult kort: Henning G. Joensen