Trý stig til Toda

Fremad Amager vann í gjár grannauppgerðina ímóti B1908 í donsku 2. deild eystur. Spælið hjá Fremad Amager hevur einki verið at rópa hurrá fyri tær seinastu ferðirnar. Men Fremad Amager hevur varðveitt oddasessin í 2. deild eystur, og tað gjørdi Fremad Amager aftur í gjár. Hesa ferð átti Fremad Amager heimavøll ímóti B1908, og úrslitið var 2-1 til Fremad Amager. Málskjúttar hjá Fremad Amager vóru Andreas Mortensen og Thomas Myssing.