Trúttan og argumentir

Ikki átti ein at væntað slíkt aftursvar frá einum fyrrverandi løgmanni. Ikki við einum orði svarar Edmund Joensen teimum spurningum reistir eru og settir honum. Í staðin fyri at greiða frá sínum sjónarmiðum og argumentera fyri teimum og svara mínum spurningum velur hann at trútta, speireka og niðurgera øll hini, sum hava verið við til at loysa marknamálið. Ein persónur í leiðandi politiskum starvi, sum ikki heldur tað vera neyðugt at argumentera, men bara kemur við rakstrarrópum og í hesum førinum umrøður tað onnur siga fyri ósamanhangandi vavstur, er helst ikki verdur eitt aftursvar.

Edmund Joensen erpar sær av støðufesti, men tað hann sýndi í verki sá meira út sum drál, sum lættliga kann verða uppfatað - eisini av mótpartinum - sum manglandi evni til at taka avgerðir.

Edmund Joensen vil vera í bæði ábyrgdarstøðu og andstøðu samtíðis. Tað er so illoyalt sum nakað kann vera, og tí er tað kanska ikki so undarligt, at sum árini eru farin, hevur hann havt truplari og truplari við at finna sær politiskar samstarvspartnarar.

Í slíkum samráðingum skal sjálvsagt vísast gott tol, men tað ræður eisini um at vita, nær rætta løtan er at gera tað, ið neyðugt er - at síggja nær ein loysn kemur í ljósmála, og at málið verður búgvið. Og tað haldi eg var rætt mett av landsstýrinum, tá Brenton tók við sum samráðingarleiðari, at nú var málið búgvið til loysn. Nú var rætta løtan til ikki enn einaferð at vera tvørur og útseta alt, men at nýta høvið, nú røring var komin í málið.

Edmund Joensen atkvøður fyri sáttmálanum í tinginum men vil kortini tryggja sær rættin til at finnast at tí úrsliti, sum hann sjálvur hevur atkvøtt fyri - helst fyri at kunna brúka tað sum leysakast onkuntíð seinni. Tað kann gott vera, at hatta kann vera mikið stuttligt hjá honum sum politikara, men hann skaffar sær ikki nógvar alliansumøguleikar og nógva politiska ávirkan uppá handa mátan.

Nú í eftirhond roynir Edmund Joensen at siga, at hann ongantíð hevur trúð uppá, at málið kundi enda í Haag. Men tað hevði verið djúpt óforsvarligt ikki at gjørt tað, tá man stóð í tí støðuni. Tí lond eru farin til Haag fyri minni enn hatta, sum stóð úti millum partarnar til seinast.

Sjálvandi kunnu vit ikki tey fyrstu 30 árini finna út av, hvør meinti hvat í London, men tað skuldi ikki undra meg, um tað tá kemur undan kavi, at sterkar kreftir í London veruliga hildu, at nakað var at vinna við einum sakarmáli. Edmund sigur, at hann hevði ikki verið bangin fyri at fara til Haag, men tá má hann eisini hava gjørt sær greitt, hvat hendi í dómum sum t.d. Jan Mayen og Malta. Tá flutti dómstólurin miðlinjuna móti Malta og móti Jan Mayen út frá eini heildarmeting av tí geografiskari støðuni. Heilt at síggja burtur frá vandanum fyri onkrum líknandi í okkara føri hevði neyvan verið forsvarligt.

Tá Edmund Joensen so fegin vil hava seinasta orðið í hesum máli fari eg enn einaferð at minna á, at meginpartin av tí, sum er lorað út í gráa økinum, hevur hann sjálvur lorað. Og lat meg eisini minna hann á, at tað var hann - tvs. sami maður, sum nú tosar so óført um at fáa málið uppá hægsta politiska stig - sum ikki vildi taka av innbjóðing til Bretlands og har nýta høvi at tala Føroya sak.

Eg vil ikki gera hesa grein longri, tí tað kanska er best, at hetta lítið virðiliga eftispælið eftir loysnina á marknamálinum, sum einmælt varð samtykt av løgtinginum og nú fríggjadagin á fólkatingi, kann taka ein enda.

Jan Müller, blaðstjóri