Eg vil virka fyri at niðari- og ovarivøllur blíva altjóða gjørdir, so havnarfeløgini kunna bjóða fremmandum liðum til dyst, við karmum, ið hava altjóða støði. Hettar arbeiðið er byrja, men tað skal ikki steðgast her.
Vallirnir skula gyrast inni, so vit hava fýra inngongdir. Hettar ger at Ovarivøllur fær altjóða viðurkenning, so vit betur kunna halda høgt støði, eins og okkara áskoðarar kunna kenna seg tryggar at fara til dyst. Hettar kemur eisini at gera tað munandi lættari at krevja inn til dystir í okkara heimligu kapping. Hettar er til gagns fyri feløgini í Havn.
Hettar merkir ikki, at okkara ungdómur ikki sleppur at spæla og stuttleika sær á vallunum í Gundadali, tá ongir dystir eru. Økið skal framvegis vera opið fyri øllum, júst sum tað er í dag.
Eisini kring umstøðurnar til tennis er nóg góðar. Hendan ítróttin var í menning fyri nøkrum árum síðani, men meira fer má setast á hendan ítróttin. Eg trúgvi uppá at um vit betraðu umstøðurnar, so tennisleikararnir høvdu møguleika at koma undir tak, fingið eitt prát og eitt brúsubað aftaná venjin, hevði økt um áhugan fyri tennis, og harvið ment hendan ítróttin.
Hølisviðurskiftini hjá ÍSF og sersambondunum eru út av lagi vánalig. Vit eiga at umhugsa at taka FSF húsið niður, flyta ÍSF og sersambondini í størri og betri hølir. Síðani skal gerast pláss fyri at byggja svimjihøllina út vestureftir, so vit kunna bjóða okkara svimjiítrótti betri karmar at venja undir. Her hugsi eg um ein 50 metur langan hyl.
Sum virkin innan ítróttin í mong ár, so kenni eg hettar; at flyta seg, seta nýggj mál og fara eftir teimum.
Saman við ítróttinum, vil eg seta nýggj mál og fara eftir teimum.