Traðarbókin útkomin

Júst 134 ár eftir at fyrsti stavurin varð festur á blað í Traðarbókina, varð prentaða útgávan útgivin. Tað var Tróndur á Trøð, bóndi í Skálavík, sum skrivaði bókina, sum Eyðun Andreassen nú hevur greitt til prentingar

Mikudagin 8. desember vóru liðin 134 ár, síðani Tróndur á Trøð, bóndi, yrkjari, myndlistamaðu og mangt annað, settist við borði at skriva í tað, sum seinni fekk heitið Traðarbókina.

Og júst henda dag, kom prentaða útgávan av Traðarbókini á gøtuna.

Tað er Eyðun Andreassen, sum hevur greitt bókina til prentingar, og tað er eisini hann, sum hevur skrivað viðmerkingarnar til kvæðini og sum eisini hevur skrivað inngangin.

Traðarbókin er sera forkunnug bók fyri kvæðafólki, tí í henni eru trý kvæði, sum ongantíð hava verið á prenti fyrr.

Í stuttari viðmerking sigur Eyðun Andreassen við Sosialin, at orsøkin til, at hann fór undir hetta arbeiði var, at hann var sera hugtikin av Trónda og hann helt tað hava týdning fyri kvæðamentanina í Føroyum, at kvæðini vórðu prentað.

Arbeiðið at gera bókina greiða til prentingar hevur verið rættuliga drúgvført, m. a. tí, at fyrsti parturin av bókini var skrivaður í ljóðskrivt.

Bókin er skrýdd við 30 tekningum, sum Astrid Luihn hevur greitt úr hondum, og tær eru allar sprotnar úr kvæðatekstunum.

Myndirnar kunnu síggjast í Listaskálanum millum 12 og 17 fram til sunnudagin 12. desember