”Traðarfossur við Kartnarsáunum undir liðini stendur í andarisi. Ein vøkur vetrarmynd. Tað er sum roykurin frá einum veldugum báli at skoða. Hagi og bøur eru berlig og køld á at líta. Eingin grasrótin vágar sær fram í hesum veðurlagnum, men enn er árið so ungt…”
Soleiðis skrivar ein, ið rópar seg sandingur, um Traðarfoss oman fyri Traðir á Sandi, fyri meira enn sjeyti árum síðan. Reglurnar kunnu lesast í Tímanum hin 1. apríl í 1943.
Á bygdarráðsfundi á Sandi herfyri varð samtykt, at bygdarráðið skal arbeiða við eini verkætlan at lýsa Traðarfoss upp við litaðum led-ljósum, og henda verkætlan skal ikki kosta meira enn 200.000 krónur.
Hetta er ein forvitnislig verkætlan, ið kend er aðrastaðni úr Føroyum. Ljós eru sett at lýsa á vakrar bygningar, sum soleiðis eisini síggjast í myrkri, og flestu munnu hava sæð vakra ljósspælið, tá koyrt verður gjøgnum Norðoyatunnilin.
Neyvan hevði sandingurin í sínum villasta fantasii fyri 71 árum síðan væntað, at Traðarfossur nakrantíð fór at verða lýstur upp við litaðum ljósum - og so slett ikki við Led-ljósi. Í 1943 høvdu nógvar bygdir í Føroyum als ikki fingið el. Spariperur vóru ikki kendar og led-perur enn minni.