Træseglskipini gott ár

Felagið Føroysk Træseglskip hevur júst havt aðalfund, har menn vóru á einum máli um, at 2014 hevur verið eitt gott ár hjá gomlu seglskipunum.

Felagið Føroysk Træseglskip hevur júst havt aðalfund, har menn vóru á einum máli um, at 2014 hevur verið eitt gott ár hjá gomlu seglskipunum.

Á aðalfundinum var ársfrásøgn løgd fram og góðkend, og bæði nevnd og fundarfólk vóru á einum máli um, at umráðandi er framvegis at kunna um dagliga arbeiði við træskipunum.

– Hesi eru okkara siglandi arvur, sigur nevndin, ið sigur seg hava eina kenslu av, at føroyingar eru glaðir fyri, at tað er eydnast at varðveita hesi gomlu seglskipini.

Eisini verður víst á, at hetta eru skip, sum manningarnar eru stoltar av at vísa fram, tá siglt verður her heima eins væl og uttanlands.

Síðstu fimm árini hava skip og bátar siglt Regattasigling millum oyggjarnar og í tí sambandi vitjað ymiskar býir og bygdir, og hetta tiltak gleða nevnd og manningar seg til.

– Ætlanin er at koma, har áhugi er fyri at fáa Føroya Regatta á vitjan, og har tað ber til at leggja flotan, sigur nevndin í felagnum, ið telur um 800 limir kring landið

– Meðan skipini liggja í vetur, fara menn og kvinnur aftur í holt við umvælingar og annað, og nøkur skip hava hugnaløtur, har fólk hittast til ein góðan kaffimunn ella eitt hugnaligt prát.

Nevndin fyri Felagið Føroysk Træseglskip ásannar, at sosiala samveran hevur stóran týdning fyri sjálvbodna arbeiðið upp á skipini um veturin, tí tað skal bæði verða hugnaligt og stuttligt at hava hetta sum frítíðarítriv.

Formaður í felagnum er Hans Eli Hansen, næstformaður Gudmund Jacobsen, skrivari Jens Marius Poulsen, og nevndarlimir eru Emil Simonsen og Arnbjørn Egholm. Tiltakslimir eru Bjarni Heinesen Jóannes Eidesgaard.