Transocean borar næsta ár

Tað verður eitt av heimsins størstu oljupallsfeløgum ella sokallaðu »rigoperatørum«, Transocean, sum fer at standa fyri fleiri av komandi boringum á føroyska landgrunninum. Herfyri vitjaðu fýra umboð í Føroyum fyri at lodda dýpið og »sondera terrengið«, áðrenn risastóru pallarnir koma inn á føroyskt øki

 

Jan Müller

Transocean er stórt og ætlar at gerast enn størri. Tað verður einki minni enn ein oljurisi, tá boripallar tess seta kósina inn á føroyska landgrunnin næsta ár. Í løtuni er felagið í samráðingum við eitt annað borifelag, R&B Falcon um at keypa tað. Høvuðsskrivstovan hjá Transocean SedcoForex, sum felagið eitur, er í Houston í USA, og higani verður tann risastóri pallflotin rikin. Felagið rekur í dag umleið 73 boripallar kring alla verðina, harav umleið 19 arbeiða í Norðsjónum. 8000 fólk eru knýtt at felagnum.

Asbjørn Olsen tekur sær av marknaðarføringini hjá felagnum í Norðsjónum og í bretskum øki, eitt nú á Atlantsmótinum, og nú hann fyri fyrstu ferð vitjar í Føroyum, er tað sjálvsagt fyri at finna kundar og viðskiftafólk her til risastóru boripallarnar og tað arbeiði, sum fer at verða knýtt at teimum. Sosialurin hitti hann.

Teir arbeiða í umleið 60 londum kring verðina og hava eisini borað fleiri brunnar vestan fyri Hetland seinastu árini. Abjørn Olsen hevur ikki loyvi at siga nakað um, um teir hava verið við til at finna olju á Atlantsmótinum.

? Vit síggja fram til at byrja í føroyskum øki næsta ár og at bora ein ella tveir brunnar. Boritíðin verður frá sumrinum og út til september-oktober.

Transocean hevur júst gjørt leigusáttmála við Statoil um boripallin Sovereign Explorer, ið er væl egnaður til føroyska økið. Ætlanin er at bora ein brunn í írskum øki og ein í antin bretskum ella føroyskum øki. Eingin avtala er gjørd við hinar operatørarnar, men Asbjørn Olsen sigur, at Transocean javnan hevur samband við bæði Agip og Amerada Hess. Tað hevur annars ljóðað, at Amerada Hess ætlar at leiga Transocean Leader frá Transocean til at bora í næsta ár.


Stórar peningaupphæddir

Tað eru ikki smápengar tosað verður um, tá boripallur skal leigast til at bora á djúpum vatni við Føroyar. Dagsratan liggur omanfyri eina millión kr. Tíðin tað tekur at bora ein brunn her er millum 45 og 75 dagar. At bora ein slíkan brunn man liggja um 20-25 mill. dollarar ella 150 og 200 mill. kr.

Ein boripallur kann klára at bora tríggjar brunnar í summarhálvárinum, og Asbjørn Olsen útihýsir ikki møguleikanum fyri at bora fyri fleiri ymsar operatørar við sama palli. Tað er ikki óvanligt, at oljufeløgini fyri at kunna spara nakað, eru saman um at leiga ein pall í einum øki.

Uppá fyrispurning hvussu teir vilja fyrihalda seg til føroysku krøvini um, at alt skal um føroyskan bryggjukant sigur Asbjørn Olsen, at teirra uppgáva er at lata ein pall til uppgávuna. Tað verða so undirveitararnir, sum skulu taka støðu til, hvar vørur og tænastur verða keyptar.


Trygdin 1. prioritet

Uppá fyrispurning um teir fara at seta føroyingar í starv umborð á pallunum, sum fara at bora her, sigur Asbjørn Olsen, at verður hetta eitt krav frá føroyskum myndugleikum, so vilja teir sjálvandi hyggja at tí. ? Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er sjálvur tryggleikin í sambandi við boringina. Og tá vilja vit so tosa við myndugleikarnar um, hvussu henda treytin kann seymast saman við øðrum krøvum.

Tað er politikkurin hjá Transocean, at skulu teir arbeiða í einum øki í longri tíð, so vilja teir royna at hava so nógv lokalfólk, sum teir halda ber til og harvið sleppa undan at skula flyta fólk inn í landið uttanífrá. Men venjing og upplæring er sera umráðandi og her ikki minst í spurninginum um trygdina.

46 mans arbeiða fyri Transocean á einum palli. Haraftat kemur cateringdeildin uppá eini 10-11 fólk. Arbeitt verður í 12 tíma skift. Arbeiðið er skipað soleiðis, at fólkini arbeiða 14 dagar og eru so heima í 14 dagar. Asbjørn Olsenn sigur, at har teir arbeiða er tað er sera umráðandi at hava hotellpláss á landi í sambandi við at manningarnar verða skiftar út. Tað er ikki altíð at tær sleppa við flogfari alt fyri eitt.

Hann útihýsir ikki, at verður arbeiði til teir í nógv ár, so kann eisini koma uppá tal at taka pallarnar til lands í Føroyum til umvæling og viðlíkahald. Men tað krevur eisini, at tað verður funnin olja.


Kunnu umvæla pallarnar her

Undir vitjanini í Føroyum hava tey fýra fólkini frá Transocean eisini hugt at møguligum firðum, sum kunnu hýsa stórum boripallum, og her heldur Asbjørn Olsen, at tað eru firðir, ið hava henda møguleikan.

? Vit fara at brúka føroyskar vørur og tænastur, um hetta er skilagott og um føroyski ídnaðurin er kappingarførur. Eftir at hava hugt seg um fleiri staðni í landinum ivast Asbjørn Olsen ikki í, at føroysk virki fara at verða kappingarfør.

Hvat viðvíkur supplyvirksemi so hoyrir tað til undantakið, at borifelagið sjálvt rekur henda partin av virkseminum. Transocean ger tað í onkrum føri, har teir hava nógv virksemi. Men teir lata tað oftast vera upp til oljufeløgini sjálvi at taka sær av hesum.

Undir vitjanini hava Transoceanumboðini eisini hugt eftir tyrlupallum og heldur Asbjørn Olsen fyri, at tað er eitt ynski, at tað finst ein størri tyrlupallur í ella uttan fyri Havnina, soleiðis at tað ber til at fáa sjúklingar ella skadd fólk av pallinum og skjótt á sjúkrahús. Tað hann hugsar um er eitt landingarpláss, sum kann taka stórar tyrlur.

Asbjørn Olsen ivast sjálvur ikki í, at føroyingar fara at megna at byggja eina oljuvinnu upp. Hann hevur lagt til merkis, at ein sokallað »entreprenørspirit« eyðkennir føroyingar, nakað, sum man kanska ikki sær so oftani í Noregi og aðrastaðni í Norðurlondum, og tað hevur stóran týdning, tá tú skal menna eina slíka vinnu.

Undir vitjanini í Føroyum hittu umboðini fyri Transocean m.a. formannin í Fiskimannafelagnum, tey vitjaðu á Vaktar- og Bjargingartænastuni, hjá Poul Hansen, heilsølu, á Oljufyrisitingini, har Eyðun Elttør var vertur. Eisini stukku tey inn á gólvið hjá vinnumálaráðharranum.

Høvið var eisini at hitta umboð fyri Eimskip. Áðrenn farið varð avstað gekk leiðin inn í Eysturoynna, har Jákup Lamhauge, bygdaráðsformaður var vertur. Eisini gekk leiðin til KJ-Hydraulik á Kambsdali.