Trapattoni heldur fram

Hóast hann er 70 ára gamal, so hevur italski Giovanni Trapattoni ongar ætlanir um at steðga sum venjari. Trapattoni hevur seinastu tvey árini verið írskur landsliðsvenjari, og tað verður hann eisini fram til 2012. Írland er í løtuni nummar tvey í bólki 8 í HM-undankappingini. Vinnur landið komandi heimadystin móti Italia, verður talan um play-off dystir í royndum at koma ti Suðurafrika.