Støðan í fólkaskúlanum verður viðgjørd í Miðlahúsinum klokkan 19 í kvøld Ongin vil hava leiðarastarvið í Venjingarskúlanum. Føroyska skúlaverkið hevur fingið dumpikarakter í Pisa, og aðalorðaskifti um fólkaskúlan staðfestir, at viljin til broytingar stendur ikki mát við visjónirnar. Tað er við støði í hesum pástandum, at støðan í fólkaskúlan nú kemur til viðgerðar á Trapputingi í Miðlahúsinum, mánakvøldið klokkan 19.00.
Við pallborðið sita Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, Heðin Mortensen, formaður í Kommunsamskipan Føroya, Hanus Joensen, formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, og Lis Mortensen frá brúkarafelagnum Heim og skúli. Eftir stutt upplegg frá teimum, verður orðið frítt.