Dansur
Minni enn tveir mánaðar eftir væleydnaðu landsdansistevnuna, sum í ár var í Havn, stevna Sláið Ring og Norðurlandahúsið aftur dansarum til stevnu. Hesaferð er tað dansináttin í Norðurlandahúsinum, sum er á skránni.
Dansináttin í Norðurlandahúsinum er afturvendandi tiltak, sum Norðurlandahúsið og landsfelagið føroyskum dansi at frama, Sláið Ring, í felag skipa fyri.
Tað er soleiðis, sigur Sláið Ring, at felagið útlisiterar dansináttina, so at siga. Tað vil siga, at ymsu dansifeløgini í landinum standa sum vertir fyri hesum tiltakinum, sum tó altíð er í Norðurlandahúsinum.
Í ár verður tað Sumbiar Dansifelag, sum fer at verða vertur. Tað merkir í stuttum, at sumbingar leggja fyri hetta kvøldið. Men so verður annars, sum vanligt er í føroyskum dansi, at hvør byrjar, sum fyrstur og sterkastur er. Ivaleyst fer eisini her at verða kapping um at sleppa framat.
Tað eru 16 dansifeløg, sum eru limir í landsfelagnum Sláið Ring. Og tað er við tí fyri eyga at fáa hesi feløg meira aktiverað, at skipað verður soleiðis fyri, at tey upp á skift standa sum vertir fyri dansináttini í Norðurlandahúsinum.
Dansináttin í Norðurlandahúsinum byrjar leygarkvøldið komandi, tann 7. juli, klokkan 22, og hildið verður á til klokkan trý sunnumorgunin. Kostnaðurin verður kr. 50,- fyri hvønn.