Treytaður dómur fyri telefonágang

Hóast ákæruvaldið kravdi 40 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri brot á polititilhald, valdi dómarin at gera 40 dagar langa dómin treytaðan

Eitt mál í Føroya Rætti í síðstu viku varð tikið upp til dóms týsdagin.
Ein maður stóð ákærdur fyri í fleiri førum at hava brotið eitt polititilhald móti einari kvinnu, við at hava ring og sent smsboð til kvinnuna, hóast hann í mars í fjør hevði fingið polititilhald og bót fyri júst sama ágang.
Í grundbgevingini fyri dómin segði dómarin, Hanna Vang, at dentur var lagdur á, at hesi brotini vórðu framd beint eftir, at maðurin hevði fingið polititilhald, og at tað var próvfast, at uppringingarnar og smsboðini komu frá telefonunum hjá ákærda.
Dómarin segði, at vitnisfrágreiðingin hjá kvinnuni var trúverdug, tó at hon ikki út í æsir mintist tíð og dag, nær hendingarnar fóru fram.
Um orsøkina til, at dómurin gjørdist treytaður, segði dómarin, at seinastu úttalilsini hjá ákærda í rættinum høvdu sannført dómaran um, at ákærdi fór ikki at bróta polititilhaldið aftur.
Dómurin á 40 dagar er treytaður av, at ákærdi einki revsivert ger tey næstu tvey árini.
Báðir partar hava nú 14 dagar at gera av, um dómurin skal kærast inn fyri Eystara Landsrætt.