- Vit livdu ikki upp til góðan fjølmiðlasið.
Tað sigur Annika Mittún Jacobsen í eini umbering til Jonhard Hammer, stjóra á Rás2, í sambandi við, at verturin í kjaksendingini Álvaratos hjá Kringvarpinum fríggjadagin legði Rás2 undir at taka ímóti mutri.
- Eg eri sera fegin um, at Kringvarpið nú tekur skuldsetingarnar móti Rás2 um mutur aftur, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum, hevur sent honum eina treytaleysa umbering fyri skuldsetingarnar, sum vórðu settar fram ímóti Rás2 í sendingini Álvaratos fríggjadagin.
- Vegna vertin í sendingini, Álvaratos, harmist eg almikið um, at úttalilsið um at tíðindi kunnu keypast á útvarpsrásini hjá tykkum, uttan at prógv varð ført fram fyri hesum í somu sendig. Afturat hesum áttu tit at havt møguleika fyri at gera tykkara viðmerkingar. Hetta livdi ikki upp til krøvini um góðan fjølmiðlasið, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Hon greiðir víðari frá, at talan var um eina kjaksending, har ein grein úr Miðlahúsinum varð nýtt sum dømi í viðgerðini av evninum »journalistikkur og pengar«.
- Ætlanin var sostatt ikki at viðgera Miðlahúsið, men tá ið talan er um eina kjaksending, gerast fólk stundum heit. Alt er loyvt, uttan at banna og verða ósaklig yvir fyri navngivnum fólki og fyritøkum. Fríggjadagin hendi so tað, sum ikki skuldi henda. Vit hava klipt viðmerkingina úr sendingini, soleiðis at hon ikki er at hoyra - hvørki á netinum ella tá sendingin verður endursend. Enn einaferð: Vit harmast almikið hendiliga óhappið, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Tá sendingin verður endursend í Kringvarpinum í morgin klokkan 13 fer Jákup Magnussen alment at biða um umbering fyri mistakið.