Treytaleysur stuðul frá Starvsmannafelagnum

Fyri løtu síðan sendi Starvsmannafelagið eina stutta yvirlýsing, har tey vísa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í samband við verkfallið.


Starvsmannafelagið er annars einasta almenna fakfelagið, ið hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið, og er tað tann avtalan, ið Fíggjarmálaráðið brúkar sum leist til aðrar samráðingar. Ein leistur, ið fleiri fakfeløg hava funnist at, tí tey ynskja sjálvi at samráðast um sína løn.


Yvirlýsingin hjá Starvsmannafelagnum, ið er undirskrivað av formanninum Súna Selfoss, er fylgjandi:


- Starvsmannafelagið vil við hesum vísa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa nýggjan sáttmála.


- Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um aftur at seta seg við samráðingarborðið saman við sjúkrarøktarfrøðingunum, tað er har, ið loysnin eigur at finnast.