Triði hvør vendir Fólkaflokkinum bakið

Heimleysu fólkafloksveljararnir eru fyrst og fremst millum teirra, sum siga seg ikki vita, hvørjum tey fara at atkvøða fyri og millum tey, sum nú siga seg ætla at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum

Tað er serliga í Fólkaflokkinum, at afturgongdin hjá samgonguni er at finna. Fólkaflokkurin hevði eitt rimmar val 29. oktober, tá ið tað eydnaðist Jørgeni Niclasen og hansara liði at lyfta flokkin frá 20,1 prosenti á valinum í 2008 og fram til 22,5 prosent. Tingmannatalið vaks úr sjey og upp i átta tingmenn, og harvið varð Fólkaflokkurin – saman við Sambandsflokkinum – størsti flokkur.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, var arkitektur aftanfyri borgarliga samgonguskjalið við flatskatti og ongari uppboðssølu av makreli, og tað hava serliga verið formaðurin í Fólkaflokkinum og teir báðir landsstýrismenninir, sum flokkurin hevur havt í Fiskimálaráðnum – Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard – ið hava verið í andglettinum.

Tølini siga, at veljararnir ikki á sama hátt sum á valinum 29. oktober nú hava álit á Fólkaflokkinum og politikkinum, sum hann stendur fyri, men tølini siga eisini, at tað er skjótt upp og niður hjá Fólkaflokkinum.


Gongdin

Undirtøkan er stútt og støðugt minkað seinastu átta mánaðirnar. 29. oktober atkvøddu 22,5 prosent fyri Fólkaflokkinum, í desember var undirtøkan 19,2%, í februar var hon 19,0%, og hesar seinastu fimm mánaðirnar, tá ið makrelorrustan hevur verið í hæddini, er tað orduliga runnið úr kassanum hjá Fólkaflokkinum. Nú siga 15,7% av veljarunum, at teir høvdu atkvøtt fyri Fólkaflokkinum, um tað nú var løgtingsval.

Fólkaflokkurin hevur síðani valið 29. oktober mist 6,8 prosent stig. Tað svarar til, at næstan triði hvør, sum fyri átta mánaðum síðani atkvøddi fyri Fólkaflokkinum, nú sigur seg ætla at atkvøða fyri einum øðrum flokki ella, at tey ikki vita, hvørjum flokki tey høvdu atkvøtt fyri, um tað var løgtingsval nú.

Hóast veljarakanningin boðar frá, at undirtøkan hjá Fólkaflokkinum er víkjandi, so sigur søgan, at hetta ikki nýtist at verða úrslitið, tá ið tað verður løgtingsval. Fleiri veljarakanningar vórðu gjørdar undan løgtingsvalinum í oktober í fjør. Fyri einum lítlum ári síðani – í august í 2011 – søgdu 15,9% av veljarunum, at tey ætlaðu at atkvøða fyri Fólkaflokkinum.

Í valstríðnum gekk støðugt framá, og undirtøkan toppaði í Gallup kanningini í oktober, tá ið 23,5% søgdu seg ætla at atkvøða fyri Fólkaflokkinum. Á valinum var undirtøkan 22,5%, og harvið varð Fólkaflokkurin næststørsti flokkur.


Missir til Javnaðarflokkin

Argastu kappingarneytarnir til atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum plaga at vera sagdir at vera Tjóðveldi, Sambandsflokkurin og ikki minst Framsókn, sum undan valinum í fjør varð stovnað av Poul Michelsen fyrrverandi tingmanni Fólkafloksins.

Veljarakanningin, sum Gallup nú hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at tað lekur úr Fólkaflokkinum og til Tjóðveldi og í minni mun eisini til Sambandsflokkin. Men tað er serliga til Javnaðarflokkin, sum verður roknaður at vera argasti mótstøðuflokkur hjá Fólkaflokkinum, at fráfalnu veljararnir nú ætla sær at fara.

Merkisvert er eisini, at størsti parturin av teimum, sum síðst atkvøddu fyri Fólkaflokkinum, og sum nú ikki taka undir við flokkinum, eru tey, sum siga, at tey ikki vita, hvørjum tey høvdu atkvøtt fyri, um tað var løgtingsval nú. Hagtølini siga, at tá ið tað ræður um, so vísir tað seg, at tey flestu av hesum leita upp á pláss aftur, tá ið tey standa í valhølinum, og tí kann tað fara at vísa seg, at fyritreytirnar ikki eru so galnar, sum úrslitið í sjálvari kanningini sigur, tá ið Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin fara at fáa dóm frá veljaranum.