Hondbóltur
Miðvikuumfar er aftur í hondbólti, og meðan menninr hava fulla dystarskrá, er talan bert um ein dyst hjá kvinnunum, sum skal avgreiðast í kvøld.
Misjavnar hjá Kyndli
Einsamalli kvinnudysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Kyndli, og at tær á heimaliðnum eru favorittar, er einki at ivast í. Higartil hevur eingin staðið teimum kurl, og hóast missurin av Nicoletu helst verður svárur at bera hjá VÍF, so er ikki væntandi, at Kyndil megnar at gera nakað við oddaliðið.
Tó so. Avrikini hjá Kyndli hava verið sera misjøvn seinastu dystirnar. Millum annað mundu tað eydnast teimum at koppa Stjørnuni í Klaksvíik, fyri síðani at spæla javnleik móti Tjaldri. Tey 30 málini móti VB boða eisini frá, at álopið kann gera nógv um seg, men hinvegin vitna 40 málini hjá VB um, at nógv skal gerast við verjupartin.
Kanska verður talan tí ikki um nakran keðiligan dyst í Vestmanna kortini.
Javnir dystir
Hjá monnunum er, sum nevnt, fult umfar, og eisini her verður dystur í Vestmanna millum VÍF og Kyndil.
Eins og hjá kvinnunum er VÍF her at rokna sum favorittar, men favorittleikluturin tykist tó ikki at vera eins greiður her. Seinastu dystirnar hevur spælið hjá oddaliðnum als ikki verið nakað serliga flótandi, men teir hava so kortini fingið fulla úrtøku úr dystunum.
Hjá Kyndli hevur heldur ikki hilnast so væl eftir vetrarsteðgin, men í løtum sýndu teir móti Tjaldri herfyri, at teir framvegis eru førir fyri at spæla skjótan og ágangandi hondbólt. Fáa teir hetta spæl fram, samstundis sum VÍF ikki kemur á rætta støðið, kann væl verða talan um ein sera truplan dyst hjá oddaliðnum.
Í Havn hevur Neistin møguleika at nærkast heiðursmerkjunum, tá StÍF kemur á vitjan. Fyri viku síðani hevði neyvan nakar ivast í at sagt, at StÍF var risafavorittur at vinna hendan dystin, men avrikini síðani hetta hava verið misjøvn hjá liðunum. Neistamenn spældu væl í Vestmanna, har teir vóru óhepnir at tapa, meðan StÍF misti stig á heimavølli móti Tjaldri, so í útgangsstøði tykist talan at vera um ein sera javnan dyst.
Seinasti dysturin verður í Runavík, har H71 kemur á vitjan. Talan er um tey bæði niðastu liðini í deildini, og tí er á pappírinum lítil munur á liðunum. Útgangsstøðið tykist tó betri hjá Tjaldri, sumk helst eisini hevur fingið nakað av sjálvsáliti eftir javnleikin á Skála. Tað sama kann neyvan sigast um hoyvíkingar, sum um vikuskiftið taptu sin 10. dyst á rað.