Triðja metið til Kára

Tað eydnaðist ikki Kára á Høvdanum at røkka hálvfinaluni í 50 m rygg leygardagin. Bitin var ov stórur fyri ryggsvimjaran, ið tó bleiv skjótasti norðurlendingur og setti enn eitt føroyskt met

Málsetningurin var at røkka einum plássi í hálvfinaluni, tá Kári á Høvdanum leygarmorgunin svam innleiðandi í síni yndisgrein, 50 m rygg. Hann fekk góðan start, men móti endanum hendi aftur tað, ið ikki má henda. Á 40 metrum streyfaði Kári á Høvdanum banatogið, og slík mistøk síggjast á stoppurinum.

Kortini bleiv Kári á Høvdanum nummar tvey í sínum riðli, og hann svam sum fyrsti føroyingur nakrantíð teinin undir 28 sekund. Tíðin hjá Kára á Høvdanum var 27:98 sekund, ið tó ikki rakk til pláss í hálvfinaluni.

Tvær høvuðsavbjóðingar hjá Kára á Høvdanum í øllum trimum greinum til evropameistarakappingina fyri juniorar hevur verið opni himmalin, ið ikki gevur ryggsvimjaranum møguleika at orientera seg, og 50 metra hylurin, ið ikki gevur honum somu møguleikar at útnytta vendingar og arbeiði undir vatni. Leygardagin svam hann soleiðis einans eina longd, uttan at venda. Gamla metið í 50 m rygg á langbana var 28:46, og tað setti Kári á Høvdanum í evropameistarakappingini í Antwerpen í fjør. Síðani tá hevur hann at kalla bara svomið í 25 metra hyli, og har svimur hann nú 50 m rygg við tíðini 26:25 sekund.


Málið

Málsetningurin hjá Kára á Høvdanum til hesa kapping var at svimja undir 27 sekund, og hevði hann gjørt tað, so var hálvfinaluplássið væl og virðiliga tryggjað. Kortini er hann rímiliga væl nøgdur við avrikið leygardagin.

- Eg eri sjálvandi glaður fyri at seta nýtt, føroyskt met. Men eg hevði nú ætlað at svomið undir 27 sekund og annars svomið meg í hálvfinaluna, segði Kári á Høvdanum beint eftir kappingina.

Hevði hann svomið teinin við tíðini 27:39, so var hann í hálvfinaluni. Petur Heðin á Fløtti, landsliðsvenjari og persónligur venjari hjá Kára á Høvdanum, var somuleiðis rímuliga væl nøgdur við avrikið hjá sínum svimjara.

- Tað er tó eingin loyna, at vit høvdu sett okkum sum mál at røkka einum plássi í hálvfinaluni. Men at hann setir nýtt, føroyskt met vísir at hann er í menning, og tað er positivt, segði Petur Heðin á Fløtti eftir innleiðandi kappingina leygardagin.

Samanlagt endaði Kári á Høvdanum sum nummar 25 av tilsamans 40 svimjarum í innleiðandi kappingini. Hann var fremsti norðurlendingur, frammanfyri svimjarar úr Íslandi og Danmark.

Kári á Høvdanum hevur svomið 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg til evropameistarakappingina fyri juniorar. Hóast tað ikki bleiv til pláss í hálvfinaluni í nøkrum av greinunum hevur Kári á Høvdanum sett nýtt, føroyskt met í øllum trimum greinum.


Myndatekstur:

Kári á Høvdanum hevur svomið 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg til evropameistarakappingina fyri juniorar. Hóast tað ikki bleiv til pláss í hálvfinaluni í nøkrum av greinunum hevur Kári á Høvdanum sett nýtt, føroyskt met í øllum trimum greinum