"Triði Hálvleikur" byrjar klokkan 16.50

Tróndur Arge kemur inn úr Klaksvík við prátum við umboð fyri KÍ og B36

Fótbóltssendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2 byrjar klokkan 16.50 í dag. Tróndur Arge kemur fyrst inn úr Klaksvík við umboðum fyri Kí og B36. Tróndur fer eisini at taka samanum 8. umfar. Vit ringja til Jógvan Martin Olsen (B68), Heðin Askham (HB), Heðin Stenberg (AB) og somuleiðis umboð fyri EB Streym, Skála og ÍF.

 

Vit líta eisini aftur á dystin Víkingur vs NSÍ. Aftaná øll effo-liðini eru komin til orðanna verður ein fótbóltsreportasja, tann fyrsta av fýra at hoyra úr Uruguay. Í dag vitja vit saman við Ivani Eginssyni Eysturland tjóðarleikvøllin hjá Uruguay, umframt savnið hjá fótbóltssambandinum í Uruguay.

 

Aftur í dag ber til hjá lurtarunum at vinna eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland 7. september á Tórsvølli. end Hetta gerst við at senda eitt sms inn á 55 99 99. Besta smsið vinnur eitt atgongumerki til Føroyar vs Finnland. Bestu smsini verða eisini prentaði í Ìtróttarsosialinum. 

 

Tað ber til at hoyra sendingina á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101

 

Tey, sum vilja fylgja beinleiðis við dystunum kunnu gera tað her á in.fo.