Trífalt so nógv pláss í nýggjum handli

Í næstum letur handilin Hon og Hann upp í spildurnýggjum hølum

 

– Tað verður sami handil, men við nógv breiðari úrvali.

Tað sigur Havgrímur Johannessen, sum rekur og eigur handilin Hon og Hann í Havn. Talan er um klædnahandil, sum í nøkur ár hevur hildið til í Tjarnarstovu í R. C. Effersøesgøtu í Havn.

– Men málið er tað sama – dna'ið hjá okkum er at hava dygdarvørur fyri besta prís í Føroyum, sigur Havgrímur Johannessen, og leggur afturat, at tað hevur tað eisini altíð verið. 

##med2##

Hann sigur, at handilin verður tann sami, men tey fara at hava nøkur nýggj merki, sum kanska eru eitt sindur meira ekslusiv.

– Tí nú hava vit pláss fyri tí, so tað verður ordiliga spennandi, sigur Havgrímur Johannessen.

Nýggi bygningurin liggur skamt frá Tjarnastovu, har handilin higartil hevur verið. Har er bara eitt hús ímillum. Men umstøðurnar verða munandi øðrvísi, og tað liggur væl fyri hjá fólki at koma at keypa við bili, tí aftan fyri húsini er stórt parkeringspláss, og har ber eisini til at ganga inn í handilin. Frammanfyri, móti R. C. Efferøesgøtu er eisini inngongd, og har eru fýra parkeringspláss til handilin.

– Alt er nú gjørt topp topp og alt er spildurnýtt frá a til z, sigur Havgrímur Johannessen.

Handilin liggur í handilsgøtuni R. C. Efferøesgøtu, sum man vera gøtan í Føroyum við mestu ferðsluni. Byggisamtyktin loyvir stórari bygging, sum eisini er í gøtuni so sum SMS, Politistøðin, Hotel Branda, Berg Motors o. s. fr.

 

##med3##

Nú handilin flytur úr Tjarnastovu, so er ikki vist, at Havgrímur sleppur tí leigumálinum kortini, tí hann hevur eitthvørt í kvittanum har, sum hann sigur seg ikki fáa greitt okkum frá enn. Hann sigur einki uttan tað, at talan verður helst um onkran handil.

 

Handilin er tríggar ferðir so stórur, um tann gamli handlilin

Til handilin er stórt parkeringspláss, og inngongd er eisini av parkeringsplássinum í handilin