Beint fyri klokkan 16 í gjár hendi eitt sonevnt víkiskylduferðsluóhapp á krossinum, Jóanesar Paturssonargøta/ Grønlandsvegur í Havn.
Tilsamans tríggir bilar gjørdust partir av ruðuleikanum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at alt byrjaði við, at ein bilur, sum kom niðan eftir Grønlandsvegnum, ikki helt sína víkiskyldu, tá hann skuldi koyra út á Jóanesar Paturssonargøtu.
Ein bilur, sum kom koyrandi niðan eftir Jóanesar Paturssonargøtu, rendi inn í síðuna á bilinum, sum breyt víkiskylduna.
- Men, ein triði bilur, sum var komin oman eftir Grønlandsvegnum og stóð og biðaði eftir at sleppa út á Jóanesar Paturssonargøtu, gjørdist eisini partur av ferðsluóhappinum.
Vaktleiðarin sigur, at tá bilurin, sum kom niðaneftir Jóanesar Paturssonargøtu, koyrdi á bilin, sum breyt víkiskylduna, varð hesin trýstur niðan á henda triðja bilin, sum stóð og bíðaði eftir at sleppa út.
- Tískil endaði hesin triði bilurin uppi á gonguteiginum. Tíbetur var eingin fólkaskaði, men bert materiellir skaðar, harav tann eini bilurin mátti flytast av staðnum, sigur vaktleiðarin í morgun.
##med2##
##med3##