Ungur bilførari fekk koyriforboð

Fimm mál vórðu skrivað, tá løgreglan kann ferðina á bilum við brúnna um Streymin á Oyrarbakka í gjár.

Á vegastrekkinum er ferðin niðursett til 60 km um tíman. Tríggir bilførarar fingu klipp fyri at koyra 80 km um tíman, ein fyri at koyra 82 km um tíman og tann fimti fekk koyriforboð fyri at koyra 90 km um tíman. Hann verður harðari dømdur, tí hann hevði hevði ikki havt koyrikortið so leingi, sigur vaktleiðarin á politstøðini í Havn.

Ein bilur koyrdi í gjár á eitt neyðskáp í Viðareiðistunlinum. Skaðin var ikki so stórur, og rúsdrekka var ikki uppi í, men málið verður kanna, sigur vaktleiðarin.

Ein bilur var stolin í Havn klokkan 1, men var funnin aftur beinanvegin. Løgrelgan veit ikki, hvør tók bilin, men tað verður kannað nærri, eitt nú við royndum, sum løgreglan hevur tikið í bilinum.

Ein bilførari var í nátt klokkan 4:30 tikin fyri at koyra ávirkaður. Annars hevur løgreglan verið til staðar í náttarlívinum, har full fólk hava gjørt um seg. Í Klaksvík fekk ein hjálp at finna til hús.

Og so er tað ein afturvendandi trupulleiki í Havn, at ung fólk órógva fólk, sum vilja hava náttarfrið.